Rice og Wilde á veg

Fyri fimm minuttum síðan lendu tvey flogfør í Vágum, har líkindini eru batnað, eftir at einki flogfar var lent síðan í gjáramorgunin. Sambært Magna Arge er flogfarið við Kim Wilde og Bryan Rice nú á veg til Føroya. Tey bæði flogførini, ið eru lend, eru flogfarið úr London og flogfarið úr Keypmannahavn, meðan tey bæði flogførini, ið hava verið í Íslandi í nátt, eru á veg, sigur Magni Arge. Á atlantic.fo stendur at lesa, at flogførini væntandi seta seg í Vágum kl 12.05.

 

Ferðafólkið og sostatt eisini tær báðar stjørnurnar, ið skulu á pall í Klaksvík í kvøld, hava sovið í Keflavík í nátt. Flogførini vóru upprunaliga farin til Egilstaðir, men av tí at tað ikki bar til at fáa gisting til øll tey nógvu ferðafólkini á Eysturlandinum, varð flogið til Keflavíkar, greiður Magni Arge frá.

 

 

Bryan Rice skal eftir ætlan á pall í kvøld kl. 17.30 og Kim Wilde spælir klokkan 22.00, so seinkingarnar fara fyribils ikki at hava nakra ávirkan á skránna.

 

Nógvu seinkingarnar gera, at sera nógv fólk er komið saman á flogvøllinum í Vágum, og á heimsíðuni hjá Atlantic heitur felagið á ferðafólk, um at kunna seg á heimasíðuni atlantic.fo, tí at plásstrot er í terminalinum, og umráðandi er at fólk ikki kemur vestur fyrr enn neyðugt.