Richard Danielsen í Fuglafirði

Hann vitjaði í sam­komum kring landið - var sæddur hvønn leygardag á skíggj­­an­um hjá kristi­ligu sjón­varps­­støðini IKTUS og lisin reglu­liga í bløðunum

Poul Jóhan Djurhuus hevði hesi minningarorðini um Ric­hard Danielsen í Kristiligu Sjón­varpsstøðini IKTUS:
Leygarkvøldið 2. mars komu Richard og kona hans­­­ara Ása til Vágs við Norrønu. Tey ætlaðu at verða nakrar dagar saman við familjuni, og Richard gleddi seg at vera saman við abba­­­børnunum, sum hann og Ása eiga á Gørð­unum í Vági – men longu sunnu­ kvøld­ið varð Richardi boðin at koma á eina aðra ferð, og tað var heim til Harran.
Richard var 75 ára gamal nú hann andaðist. Hann og Ása hildu stóran dupultan føðingardag í oktober, tá hann rundaði tey 75 og hon tey 70. Nógv fólk var komið saman í bygdahúsinum í Leir­vík at heilsa upp á Ric­hard og Ásu – hetta var sein­asti føðingardagur, sum Richard helt.

Jarðarferðin
Richard andaðist á Suðuroyar sjúkrahúsið sunnukvøldið 3. mars. Samkoman í Bethel í Vági bjóðaði seg fram at halda eina minnisandakt áðrenn kistan fór norður um fjørð við Norrønu. Væl av fólki møttu upp til løtuna í Bethel, har John í Skemmuni hevði eina góða minnisrøðu.
Jarðarferðin var úr Siloa í Fuglafirði hósdagin 7. mars, har Páll á Lakjuni og Zacharias Zachariassen dugdu væl at lýsa lívið hja Ric­hardi. Tað var ein sera stórur skari, sum var kom­in saman í Fuglafirði hend­an arbeiðsdagin mitt í viku, og at standa ovarlaga í kirkju­garð­inum og síggja oman yvir alt fólkið var ein greiður vitnisburður um, at lívið og lívsførslan hjá hesum mann­inum má hava gjørt mun hjá mongum – og tað hevur hon eisini gjørt!
_________

Tá vit hava valt at hava eina minnissending um Richard Danilesen her í IKTUS, so er tað júst tí, at Richard brúkti hendan loftmiðilin at náa sín­ar landsmenn, við einum boð­skapi úr bíbliuni, hvørs trú­virði hann hevði eina kletta­fasta trúgv og álit á.

Richard og bíblian
Richard hoyrdi við sínum innara oyra fremmandu rødd­irnar og føldi ráki í tíðini. Hann skilti røddirnar, sum settu ivasamar spurningar um Bíbliunnar Guddómliga sam­l­eika, og hann sá heilt greitt antibíbilska rákið, sum í hesum døgum er um at gera innrás millum landsmenn hans­ara.
Richard vaks upp í einum bíbliutrúgvum heimi í Fugla­­firði, har hann livdi und­ir liðini á einum pápa, sum brúkti alla sína orku upp á at týða bíbliuna til tungu­mál føroy­inga – hin navn­frami bíbliutýðarin Victor Dan­iel­sen! Tá Richard fór í skúla, sæt pápin og arbeiddi; tá Richard kom heim úr skúla, sæt pápin og arbeiddi; tá Richard fór út at spæla, sæt pápin og arbeiddi; tá Richard kom inn frá spæli, sæt pápin og arbeiddi; og tá drongurin fór til songar, sæt pápin enn og arbeiddi – eitt slíkt barna- og ungdómsumhvørvi má hava gjørt sterkt árin á unga sinni hjá Richardi Danielsen.
Richard var ungur drong­ur, tá hann setti sítt álit á tann Jesus, sum bíblian talar um, og hann varð tíðliga sann­førdur um og valdi at trúgva, at øll bíblian er Guds egna innblásta orð, og at bíbli­an er til fulnar trúverdug og einasta Guddómliga rætt­leiðing, sum menniskju hava til frelsu og uppfostran í rættvísi.
Tá Richard hoyrdi og føldi røddirnar og ráki í tíðar­and­anum, sum gekk ímóti bíbli­unnar Guddómliga inn­blásta autoriteti, tá kendi hann eitt sterkt kall í sínum brósti, og eg vil siga upp á mína egnu rokning, at tað kom lív í hansara profetiska anda – Richard fór í herna ímóti rákinum bæði í orði og skrift.
Richard trúði fult og fast upp á, at trúgvin kemur av tí, sum prædikað verður og at vantrúgvin kemur av tí, sum ikki verður prædikað – og Richard Danielsen fór at tala og skriva sum aldri áður.
Tað vóru ikki tey nógvu intellektuellu og akademisku vápnini, ið Richard brúkti í hesum stríðinum, men heldur ein einføld framstilling, í talu og skrift, av einum útvaldum bíbliuteksti, har hann við væl valdum einføldum orðum, lýsti fyri okkum á ein lætt fatiliga hátt, hvat teksturin sigur um Gud og Orð Guds – hann vildi so fegin at før­oy­ingurin ikki misti trúnna upp á, at bíblian er Guds egna innblásta orð og ikki manna­orð um Gud.
Við eini tungari byrðu fyri samkomunum í Før­oy­­um, fyri trúgvandi ung­dóm­­inum í Føroyum og øll­um sínum landsmonnum, hev­ur Richard seinastu árini ferð­ast um alt landi, har hann ótroytiligur hevur tal­að á sam­komufundum og ung­­dómsmøtum. Eisini hevur hann skrivað greinar í bløð­unum, sum blivu so nógvar í tali, at tær komu út í bók fyri tveimum árum síðani.
_____________

IKTUS
Richard vildi náa longur, og tí gjørdi hann avtalu við Kristiligu Sjónvarpsstøðina IKTUS, sum gjørdi tað møgu­ligt hjá honum at hava bíbliuundirvísing hvønn leygardag í IKTUS. Sjón­varps­sendingarnar blivu nógv­ar í tali, og nú hann legði frá sær, hevði hann júst havt bíbliu­tíma nr. 70, sum varð sendur sama vikuskiftið sum hann doyði. Til kunningar kann eg leggja afturat, at tað liggja 7 sendingar, sum Richard hevur tala inn, men sum ikki enn eru sendar. Hesir 7 bíbliutímar fara at verða sendir í næstum.
Ikki við áliti á vísdómi heimsins ella síni egnu evnir og kraft fór Richard at tala og skriva, men heldur í einføldum áliti á hann, sum kann brúka dárskap præ­dikunnar og tað, sum er veikt í menniskjans eygum, til frelsu fyri hvønn tann, sum trýr.
Við hesum orðum vilja vit heiðra og ynskja Guds signing yvir minni eftir Richard Danielsen.