Richard Dawkins: Fáið tykkum eina aðra mentan, Føroyar

Heimskendi granskarin heldur lítið um, at føroyingar drepa springarar

Hann er ein av heimsins mest virdu religiónskritikarum, og so telist hann millum førandi og mest aktivu forsprákarum fyri menningarlæruna - Richard Dawkins. 

 

Hann hevur nú givið sína meining til kennar um springaradrápið í Føroyum hin 12. september. Og hann tekur frástøðu frá tí. Á Twitter skrivar hann, at um hetta er ein partur av okkara mentan, so burdu vit føroyingar fingið okkum eina betri mentan.

 

Richard Dawkins gjørdist serliga kendur fyri bókina The Selfish Gene, sum hann gav út í 1976. Í bókini argumenterar hann fyri menningarlæruni og kom við hugtøkunum mem og memetik.

 

Umframt hetta hevur hann skrivað fleiri aðrar bøkur og hildið óteljandi fyrilestrar, sum alt tilsamans hevur givið eitt stórt íkast til menningarlæruna. Eisini hevur hann gjørt hópin av dokumentarfilmum, sum milliónir kring heimin hava sæð.

 

Á Twitter-dagføringini hevur hann leinkjað til eina undirskriftainnsavning, har fólk heita á løgmann um at gevast at drepa grind.

 

##med2##