Richard prinsur er deyður

Danska kongshúsið boðar í morgun frá, at Richard prinsur doyði brádliga í gjárkvøldið.

 

Richard var maður Benadiktu, yngru systir Margretu drotning.

 

Prins Richard til Sayn-Wittgenstein-Berleburg var 82 ára gamal. Hann er týskur prinsur og ovasti fyri fyrstahúsið Sayn-Wittgenseint-Berleburg. Hann giftist við Benadiktu, prinsessu í 1968. Tey búgva á familjuslottinum Berluburg Slot i Bad Berleburg í deilstatinum Nordrhein-Westfalen í Týsklandi.