Riddarin ein tumma undan Tvørabátinum

Kappingin millum 6-mannaførini við monnum gjørdist ógvuliga spennandi. Vinnarin av Fjarðastevnuni, Tvørabáturin, hevði ikki so góðan start, men hann vann seg skjótt inn í kappingina um oddasessin.

Størstu kappingarneytarnir vóru vinnarin á Norðoyastevnu, Riddarin, og Sundabáturin, sum stóð seg væl í fjør, men sum ikki hevur staðið seg so væl higartil í summar.

Riddarin fór spakuliga, men støðugt frá avbjóðarunum, og tá ið tað restaðu hundrað metrar var leiðslan so mikið stór, at eingin ivi tóktist vera um, at Riddarin fór at vinna.

Riddarin vann, men hann fekk øgiliga kapping frá Tvørabátinum í endaspurtinum. Tá ið tveir teir fremstu bátarnir fóru um málið, var munurin so evarska lítil.

 

Úrslit

1 Riddarin 07:36.24

2 Tvørabáturin 07:37.04

3 Sundabáturin 07:40.07

4 Smyril 07:46.20

5 Skúgvur 07:50.20

6 Gongurólvur 07:52.10

7 Rádni 07:53.12

8 Hósvíkingur 08:00.08

9 Kollfirðingur 08:00.24

10 Jarnbardur 08:03.21

11 Romulus 08:42.02

 

Støðan

1 Riddarin 20

2 Tvørabáturin 19

3 Smyril 14

4 Sundabáturin 9

5 Gongurólvur 9

6 Skúgvur 8

7 Rádni 4

8 Jarnbardur 1

9 Kollfirðingur 0

10 Lómur 0

11 Hósvíkingur 0

12 Romulus 0

13 Lokkin 0

14 Fortuna 0