Rigga av fyri summarið

Í Norðhavnini liggja teir Borgarin, Norðingur og Christian og rigga av fyri summarið. Teir hava verið á svartkjaftaveiðu síðani januar.

Tekst og myndir: Dávur Winther

Í morgin skal Christian á Skála til klassingar og síðani málast. Tí taka teir trol og aðra útgerð í land, eins og vaska skipið.

 

Hinir bátarnir Borgarin og Norðingur saðla eisini um til makrel ella sild, sum verður út á summarið.

 

Teir vænta at fara aftur í makrel í juli, men av tí at ógreitt er við Ongland um kvotur, ætla allir bátarnir at halda seg tíðliga framat – kanska longu seinnu helvt í juni, fyri at fáa uppfiskað tað kvotu, teimum verður tillutað.

 

Spennandi verður hvussu tað fer at roynast.

 

 

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

Tekst og myndir: Dávur Winther