KÍ er varpað úr Europa

KÍ skoraði fram ímóti dystarenda, og í teimum seks minuttunum, sum dómarin legði aftrat, stríddist KÍ fyri at skora avgerandij málið. Tað eydnaðist ikki, og nú verður hálvur tími lagdur aftrat

Tað verður ikki á hesum sinni, at KÍ verður partur av europeiska bólkaspælinum. KÍ vann 2-1 eftir longda leiktíð. Positiva søgan í kvøld er, at KÍ sigurin ber uppaftur fleiri Europa stig við sær til Føroyar. Nú er úrtøkan í ár 2.250 Europa stig.

 

Men tað er ikki hetta, sum fokus í løtuni er á millum vónbrotnu klaksvíkingarnar. Teir vunnu 2-1 í kvøld, og teir iðra seg ivaleyst um, at teir ikki megnaðu at vinna mál úr onkrum av møguleikunum, sum teir vunnu. Serliga var tað fyrsta lítla korterið av seinna hálvleiki í vanligu leiktíðini, at teir høvdu fleiri møguleikar og løgdu seg á odda 1-0 við fínum máli, sum Mads Bo Mikkelsen skoraði.

 

-Vit eru øgiliga vónbrotnir, tí vit kenna, at vit høvdu betri uppiborið. Eg sá ikki, at bólturin var innanfyri, tá ið Páll smekkaði bóltin í tvørtræið og niður í vøllin, men tað eru tað onnur, sum siga, at hann var. Støðan, sum eg skoraði, høvdu vit ikki vant so ofta, men tíbetur rakti eg hann væl. Nú var hetta ikki í ár, men so vóna vit, at tað verður næsta ár, at vit røkka bólkaspælið. Nú snýr seg tað um landskappingina og steypakappingina, og vit eru motiveraðir at halda fram í heimligu kappingini, sigur Mads Bo Mikkelsen.

 

-

 

Einki mál varð skorað í longu leiktíðini. Dómarin hevur bríkslað eftir tvær ferðir eitt korter og tveir minuttir eyka, og nú verður riggað til brotssparkskapping, sum vit fylgja her niðanfyri:

 

Jóannes Bjartalíð eigur fyrsta sparkið, og kappingin gongur fyri seg í syðra enda á Tórsvølli

 

1-0: Jóannes Bjartalíð

 

1-1: Armend Thaci

 

1-1: Anders Sølvsten Holvard málverjin bjargar

 

1-2: 

 

2-2: Óli Eyðsteinsson Poulsen

 

2-3: 

 

2-3: Jóannes Kalsø Danielsen - framúr málmansbjarging

 

2-3: bólturin verður sendur væl omanfyri málið

 

3-3: Jákup B. Andreasen

 

3-4: 

 

Ballkani er samantaldur vinnari við 8-7 eftir brossparkskapping

 

 

 

                                                               

 

---

 

Tað verður riggað til longda leiktíð í góðveðrinum á Tórsvølli. KÍ hevur í kvøld vunnið 2-1 ímóti Ballkani úr Kosovo, og harvið er samantalda støðan 4-4. Tí verður í løtuni riggað til tvær ferðir eitt korter longda leiktíð.

 

Deyðbóltarnir eru eitt at hvassastu vápnunum hjá okkum, segði KÍ venjarin undan dystarbyrjan, og tað var eftir hornaspark úr høgru, at KÍ 10 minuttir eftir steðgin setti hol á. Árni Frederiiksberg legði flatt innfyri, og Mads Bo Mikkelsen drønaði bóltin upp í nettakið dygst úti við nærra stólpa.

 

Átta minuttir undan leikloki skoraði Ermal Krasniqi við fløtum skoti úr 20 metrum og mitt fyri. Tað var øgiliga harmiligt, tí talan var um fyrstu royndina hjá Ballkani í seinna hálvleiki.

 

So sá ballið út til at vera buðið, men klaksvíkingar settu tveir ómóðar menn á vøllin og vístu hugburðin og stríðsviljan, sum teir eisini vístu á heimavølli ímóti Bodø/Glimt, og sum eisini sást síðsta stóra hálva tíman í Kosovo.

 

Eftir fína diagonalframlegging úr høgru var Patrick Da Silva leysur í vinstru. Hann spældi við øgiliga stórum sjálvsáliti, og við fínum klokkuklárum skoti pløkkaði hann bóltin í handara síðunetið. Fagnaðurin var øgiligur millum 1666 áskoðararnar, og KÍ legði í teimum seks minuttunum, sum vórðu lagdir aftrat, fleiri royndir ímóti málinum hjá Ballkani, sum kendi seg vera undir stórum trýsti.

 

 

 

 

 

KÍ – Ballkani Kosovo 2-1 (0-0) 7-8 eftir longda leiktíð og brotssparkskapping

 

Europa Conference League

 

Hósdagin 11. august 2022 kl. 19.00 á Tórsvølli

 

1-0: Mads Bo Mikkelsen 55.

 

1-1: Ermal Krasniqi 82.

 

2-1: Patrick Da Silva 89.

 

Dómarabólkur úr Georgia: Goga Kikacheishvili, Davit Gabisonia, David Chigogidze og

 

Irakli Kvirikashvili (4. dómari)

 

1666 áskoðarar

 

KÍ: Mathias Rosenørn – René Shaki Joensen (Jóannes K. Danielsen, 86.), Deni Pavlovic, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Claes Philip Broberg (Anders Sølvsten Holvard, 86.), Mads Bo Mikkelsen, Jákup B. Andreasen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Jóannes Bjartalíð

 

Á beinkinum: Meinhardt P. Joensen, Géza Túri, Dmytro Lytvyn, Jesper Brinck, Jonn Johannesen, Dávid B. Andreasen, Børge Petersen, Valerijs Sabala, Óli Eyðsteinsson Poulsen

 

Gult kort: Jákup B. Andreasen, Deni Pavlovic

 

Venjari: Mikkjal K. Thomassen