Skulu vit tryggja framtíðar vælferð, mugu málini um fiskivinnureform og pensjónsreform loysast umgangandi. Tí hevði verið ynskiligt við einari breiðari samgongu eftir valið, heldur Rigmor Dam, sum er millum valevnini á listanum hjá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag.
Rigmor heldur, at grundarlag er fyri einari breiðari semju um mong stórmál, og tí droymir hon um eina breiða og arbeiðssama samgongu millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Sambandið og Framsókn.
- Ein breið samgonga, sum hevði verið noydd at lagt stríðsmálini til viks, og at savnast um at byggja landið uppaftur.
Rigmor Dam, er 43 ár, hon er gift, eigur trý hálvvaksin børn, er lærari og tíðindakvinna. Hon var fyrstu ferð vald á ting í 2011, og hevur síðan umboðað Javnaðarflokkin í Trivnaðarnevndini og í Mentanarnevndini í tinginum.
Rættvísi er reyði tráðurin í flest øllum málum, sum Rigmor stríðist fyri, tí hon heldur, at øll menniskju eiga rætt til eitt trygt og mennandi lív, við frælsi frá fátækt og kúgan, óansæð hvørjum korum tey koma frá.
Rigmor Dam hevur varpað ljós á hópin av málum farna valskeiðið; alt mál, sum hon lovar at stríðast víðari fyri, verður hon afturvald. Mong minnast helst kjakini um methøga føroyska kostnaðarstøðið, órímiligu koyripengarnir hjá landsstýrisfólki og álitið um fólkavøkstur. Valdsmiklu bankarnir skulu heldur ikki kenna seg ov tryggar, tí hugskotið um eina almenna borgarakonto sum alternativ til bankarnir er ikki lagt til viks. Heldur ikki vaksandi talið av fólki í fátækravága ella økti ójavnin sleppa at liggja órørd, sigur Rigmor, sum vil virka fyri, at Føroyar, eins og onnur norðurlond, aftur fáa progressivan skatt við at lata lág- og miðalløntum tann lættan, sum tey vórðu snýtt fyri seinast.
Síðsta valskeið hevur Rigmor Dam umboðað Javnaðarflokkin í pensjónsbólkinum, har hon áhaldandi hevur víst á Samhaldsfesta sum lykilin til eina rættvísa pensjón. Sum limur í Trivnaðarnevndini hevur heilsuverkið og serliga kjakið um serlæknar, psykiatriina og sparingar fylt nógv. Eisini er fólkaskúlin, og ikki minst trivnaður og happing, millum hjartamálini hjá Rigmor.
Mannarættindi og rættartrygd fylla eisini nógv, og kom tað eitt nú til sjóndar í málinum um avlurtingarpakkan, sum tíbetur bleiv avmarðaður. Eisini eru korini hjá fangum og varðhaldsfongslaðum átrokandi, eins og rætturin til borgarliga vígslu fyri samkynd. Alt mál, sum Rigmor fer at halda fram við at stríðast fyri, verður hon afturvald.