Rigmor og Sunnuvá runnu seg til silvur og silvur

Gotland 99: Frælsa ítróttarliðið hjá Føroyum endaði sínar oyggjaleikir við hálvum maraton, og tað var ein virðiligur endi fyri einar sera góðar oyggjaleikir hjá frælsa ítróttinum í Føroyum. Rigmor N. Joensen fekk silvur, og hon og Sunnuvá Bjarnastein vunnu eisini silvur í liðkappingini

Emil L. Jacobsen og Álvur Haraldsen av Gotlandi


Frælsi ítrótturin hjá Føroyum vann hósdagin sítt sjeynda og áttanda heiðursmerki á oyggjaleikunum, tá Rigmor N. Joensen og Sunnuvá Bjarnastein runnu seg til silvur í liðkappingini, umframt at Rigmor sjálv fekk silvur fyri sítt avrik sum nummar tvey.

Átta heiðursmerki til frælsa ítróttin, sum við hesum oyggjaleikunum hevur útvegað sær sjálvum sterkar grundgevingar fyri at fáa betri umstøður fyri at íðka frælsan ítrótt heima í Føroyum.

Rigmor Napoleonsdóttir Joensen kom á mál í tíðini 1 tíma 29 minuttir og 27 sekund. Vinnari bleiv Barbara Parker av Jersey, sum hevði tíðina 1.26.06, so har var fittur munur á.

Sunnuvá Bjarnastein bleiv nummar fimm við tíðini 1.32.50, og tað var eisini nóg mikið til at geva Føroyum silvur í kappingini fyri lið, har tað eru tíðirnar hjá tveimum teimum fremstu, ið verða lagdar saman.

Tveir føroyskir menn vóru eisini við í hálvu maratonrenningini. Guttorm Sørensen bleiv nummar níggju, og tíðin hjá honum var 1.16.48, meðan Sølvi Reinert kom á mál sum nummar 21 við tíðini 1.24.18. Vinnari hjá monnunum bleiv hetlendingurin Ian Williamson, sum hevði tíðina 1.10.37.

Av øðrum kappingum í frælsum ítrótti hósdagin var trístøkk hjá monnum, har Ási Mikkelsen var við. Hann endaði á sætta plássið. Besta lopið hjá honum var 13,42 metrar. Vinnari bleiv Erik Larsson av Gotlandi við 14,74 metrum.



Heiðursmerkini hjá frælsa ítróttinum á Gotlandi:


Gull:

Heri Ziska, klingruvarp


Silvur:

Ási Mikkelsen, longdarlop

Rigmor N. Joensen, hálvt maraton

Rigmor N. Joensen og Sunnuvá Bjarnastein, hálvt maraton lið

Sunnuvá Bjarnastein, 10.000 m


Bronsa:

Ingibjørg Hansen, kúluvarp

Heri Ziska, sleggjuvarp

Sunnuvá Bjarnastein, 5.000 m


Úrslit


Trístøkk, menn:

1. Erik Larsson (Gotland), 14,74 m

2. Villu Sepp (Saaremaa), 14,25 m

3. Jay Welcome (Cayman), 14,18 m?

6. Ási Mikkelsen (Føroyar), 13,42 m


Hálvt maraton, menn:

1. Ian Williamson (Hetland), 1.10.37

2. Joakim Ronsten (Gotland), 1.12.12

3. Paul Ingrouille (Guernsey), 1.12.44

9. Guttorm Sørensen (Føroyar), 1.16.48

21. Sølvi Reinert Hansen (Føroyar), 1.24.18


Hálvt maraton, menn (lið):

1. Isle of Man (1.12.52 + 1.13.22) 2.26.14

2. Gotland (1.12.12 + 1.14.41) 2.26.53

3. Guernsey (1.12.44 + 1.16.51) 2.29.35

6. Føroyar (1.16.48 + 1.24.18) 2.40.06


Hálvt maraton, kvinnur:

1. Barbara Parker (Jersey), 1.26.06

2. Rigmor N. Joensen (Føroyar), 1.29.27

3. Sue La Ruez (Jersey), 1.30.42

5. Sunnuvá Bjarnastein (Føroyar), 1.32.50


Hálvt maraton, kvinnur (lið):

1. Jersey (1.26.06 + 1.30.42) 2.56.48

2. Føroyar (1.29.27 + 1.32.50) 3.03.17

3. Guernsey (1.32.37 + 1.34.13) 3.06.50