Rigmor rekur lesandi av landinum

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í skúlamálum, hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at lækka inntøkumarkið hjá lesandi úr 20.000 niður í 15.000 krónur.

 

Tað var farna samgonga, sum hækkaði markið úr 10.000 upp í 20.000 krónur. Inntøkumarkið er makrið, sum lesandi í mesta lagi kunnu forvinna, áðrenn inntøkan verður mótroknað í lestrarstuðlinum.

 

Broytingin fer, sambært landsstýriskvinnuni, væntandi at føra til, at tey lesandi fara at arbeiða minni, meðan tey eru undir útbúgving. Samstundis verður mett, at landsstýrið sparir 1,5 millión krónur við broytingini.

 

Øll eru tó ikki so fegin um uppskotið. Á sosialum miðlum er nógv funnist at broytingunum, og í kvøld skrivar Ungt Sjálvstýri eitt lesarabræv um málið. Í brævinum verða tvey spursmál sett Rigmor Dam. Annað er, hví hon velur at gera korini hjá teimum lesandi í Føroyum verri, meðan hin er, hvussu hetta uppskotið skal lækka miðalaldurin í Føroyum, sum flokkurin annars hevur ført nógv fram.

 

- Ungt Sjálvstýri metir, at grundin til, lesandi fara uttanlands er, at korini eru ikki nóg góð her á landi. Uppskotið hjá Rigmor Dam fer at gera korini enn verri, og tað fer at fáa avleiðingar. Ungt Sjálvstýri vil minna landstýriskvinnuna á, at Javnaðarflokkurin í síni valskrá lovaði hægri lestrarstuðul til lesandi við børnum. Uppskotið um at lækka inntøkumarkið fer at raka lesandi foreldur mest og er eitt brot á vallyftið, skrivar Ungt Sjálvstýri.