Rigmor N. Joensen hevði bara seg sjálva at kappast ímóti, og tað kappingina vann hon.
Tá hálvt maraton var á skránni leygardagin, setti hon nýtt met, tá hon rann teinin í tíðini 1,27,36. Hetta var fimtbesta tíðin í kappingini yvirhøvur. Rigmor var einsamøll kvinna í kappingini.
11 mans runni teir 21,1 kilometrarnar, sum er frá vegnum omanfyri Funningsfjørð og á bryggjuna á Toftum.
Fyrstu fimm kilometrarnar fylgdust fýra rennarar í oddanum. Tað vóru Cecil Weihe, Guttorm Sørensen, Sølvi R. Hansen og Gunnar Dahl-Olsen. Síðan dragnaði Gunnar, og tá rennararnir vóru komnir um teir 10 kilometraranar dróg Guttorm frá hinum.
Guttorm helt leiðsluna allan vegin á mál, og Cecil tryggjaði sær næstfremsta plássið.
Vinnaratíðin hjá Guttormi Sørensen, sum rennur fyri Treysti, var 1,22,09, og tað er seks sekund skjótari enn vinnaratíðin i fjør.
Líkindin vóru góð at renna leygardagin. Tað var turt, eini 10 hitastig, og undanvindur var stóran part av teininum.
ek