Ríkar fyritøkur skulu gjalda meiri - og nøkur skulu gjalda minni

Tað er ein stórur trupulleiki í samfelagnum - men hann verður ikki loystur av sær sjálvum

Tær stóru fyritøkurnar í uppsjóvarvinnuni og í alivinnuni, skulu rinda meir í landskassan. Tað var ein boðskapur hjá Aksel V. Johannesen, formanni í Javnaðarflokkinum, á landsfundin hjá flokkinum í gjár.  Hann kom inn á tær stóru príshækkingarnar, sum hava verið seinastu tíðina, og sum gera tað alsamt tyngri hjá fólki at fáa endarnar at røkka saman. Men samstundis tjena tær fyritøkurnar forvinna meira og meira, legði hann afturat.

 

Tá ið prísurin á gerandisvørum hækkar, er tað tí at fyritøkan skal hava tað sama í vinninhi sum áður, og sostatt skulu viðskiftafólkini gjalda meira, og tað kann ikki ganga í longdini, segði Aksel V. Johannesen

 

Hava fólk ikki pengar um hendi, gevast tey at keypa, og so fær fyritøkan hevur ikki tað sama sum áður. Og landskassin fær heldur ikki somu avgjaldsinntøkur sum áður. Tá er lítið vunnið hjá føroyska samfelagnum. Øll eiga at hava nóg mikið til at fáa mat í munnin.

 

Formaðurin í Javnaðarflokkinum sigur, at tí mugu vit tryggja, at serliga tey lægstløntu í samfelagnum fáa endarnar at røkka saman, men hann leggur afturat, at hetta er ikki ein trupulleiki, sum hvørvur av sær sjálvum.

 

– Tá ið landskassin hevur undirskot, samstundis sum tað er tungt hjá teimum lægstløntu at fáa endarnar at røkka saman, mugu stóru fyritøkurnar í uppsjóvarvinnuni og alivinnuni rinda størri part av tilfeingisrentuni í felagskassan hjá okkum øllum. Taka vit størri part av tilfeingisrentuni inn, kunnu vit lækka skattin hjá teimum við lægstu lønunum.

 

Samstundis mælir Javnaðarflokkurin til at avtaka mvg á mjólk, breyði, frukt og grønmeti. Aksel V. Johannesen vísir á, at tað eru longu nógv undantøk í mvg-lógini. Men í stóran mun eru tey til frama fyri útlendsk ferðafólk, sum koma til Føroyar. Í dag sleppa útlendsk ferðafólk undan at gjalda mvg av flestu tænastunum, tey keypa, ímeðan tey eru í Føroyum. Eitt nú av leigubilum, hotellgisting, ferðaleiðarum og kamping. Tí eiga undantøkini at verða endurskoðað, so at tey koma teimum, sum búgva her, til góðar, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.