Ríkidømi út í hvørt heim

Javnaðarflokkurin fer til løgtingsval fyri at fáa eitt javnari býtt samfelag

 

 Javnaðarflokkurin sigur, at samfelag er á skeivari kós. Ójavnin í samfelagnum er vaksandi, aldurssamansetingin er skeiv og fíggjarliga haldføri er vánaligt. Javnaðarflokkurin ynskir at sleppa til valdið fyri at venda hesi kósini og skapa eitt rættvísari samfelag.

 

Aksel V. Johannesen greiddi á tíðindafundinum í morgun, tá valskrá floksins varð løgd fram, frá, at gjøgnumgangangdi fatanin í samfelagnum er, at tað er órættvíst.

- Ríkidømi savnast á færri honum, nýggir aktørar sleppa ikki fram at fiskivinnuni og tey ríkastu fáa skattalættar. Hetta siga bæði vanligi borgarin og vinnulívsfólk, sum eg tosi við, segði Aksel V. Johannesen.

 

Hann vísti á, at hóast fíggjarliga gongdin í samfelagnum er sera góð, so gerast tey, sum liva í fátækaváða alsamt fleiri og lønarútgjaldið ein alsamt minni partur av búskapinum. Hallið á fíggjarlógini er størri í dag enn í 2011, hóast hjólini á samfelagnum koyra væl.

- Tey eru vorðin 600 fleiri hetta valskeiðið, so nú eru tey 5.000 fólk tilsamans. Ríkidømi savnast á færri og færri hondum. Hetta vil Javnaðarflokkurin gera nakað við, sigur formaður floksins.

 

Ein av loysnunum hjá flokkinum, er at veita skattalætta til teirra við miðal- og láginntøkum.

- Vit vilja hava ríkidømi út í hvørt heim, og nú er tíðin komin at veita ein skattalætta til teirra, sum hava miðal- og láginntøkur. Hetta verður ein skattalætti, sum merkist hjá teimum lægri inntøkunum, segði Aksel V. Johannesen, sum greiddi frá, at hesin skattalættin skal fíggjast við sølu av uppsjóvarkvotum og brúksgjaldi á alivinnuna.

- Alivinnan, sum útlendingar eiga tveir triðingar av, hevur eitt risa yvirskot. Teir gjalda einans 40 milliónir í brúksgaldi fyri firðirnar sum nú er, men kunnu saktans rinda meiri, uttan at tað fær álvarsamar fylgjur fyri vinnuna, segði Aksel V. Johannesen.

 

Umframt skattalætta, vil Javnaðarflokkurin eisini vita eyka stuðul til barnafamiljurnar, eins og at barnsburðarfarloyvi skal leingjast til eitt ár.

- Vit vilja, at familjur velja Føroyar til, heldur enn frá. Tí vilja vit veita ein barnabeina á 1.000 krónur um mánaðin fyri hvørt barn undir skúlaaldur. Hetta skal so mótroknast sambært inntøkuni um hon fer upp um 700.000 krónur fyri húski og fella heilt burtur, tá samlaða inntøkan er yvir eina millión.

 

- Eingin okkara kann vera stoltur av, at so nógv liva í fátækaváða og komandi valskeið skal eingin, hvørki børn, støk ella pensjónistar, liva í fátækaváða, segði Aksel V. Johannesen.