– Ríkisfelagsskapurin er sterkari enn nakrantíð

Edmund Joensen fegnast um gongdina í ríkisfelagsskapinum, nú Arktis er blivið háaktuelt og nýggj samstarvsnevnd er sett á stovn

Danska stjórnin lurtar eftir Føroyum og Grønlandi og er samd í, at ríkisfelagsskapurin er ein dynamisk eind, sum mennir seg í takt við tíðina og avspeglar tann heimin, vit liva í.

 

Soleiðis skrivar føroyski fólkatingslimurin Edmund Joensen í grein á Altinget.

 

– Ríkisfelagsskapurin er í dag sterkari enn nakrantíð, sigur hann og vísir á, at tess meira Føroyar og Grønland verða tikin upp á ráð, tess javnari verður samstarvið, og her hugsar hann serliga um arktiska samstarvið. 

 

Fyri kortum bleiv ein nýggj nevnd gjørd millum Føroyar, Grønland og Danmark, sum skal viðgera og taka støðu til avbjóðingar í ríkisfelagsskapinum. Føroyski fólkatingslimurin rósar hesum, tí hetta vísir sambært honum, at Danmrk lurtar.

 

– Eg havi sagt tað ofta fyrr, og eg sigi tað gjarna aftur: Hvør sær hava vit einki vald. Saman eru vit eitt stórveldi, skrivar Edmund Joensen í grein, sum kann lesast HER.