Aksel V. Johannesen, løgmaður

Ríkisfundur og fundur í sam­starvs­ráð­num í Før­oy­um

Mánadagin 16. juni og týsdagin 17. juni verða ávikavist ríkisfundur og fundur í samstarvsráðnum.

Aksel V. Johannesen, løgmaður

Londini skiftast um at vera vertir fyri fundunum, og hesa ferð verða teir hildnir í Føroyum. 

 

Um ársskiftið yvirtóku Føroyar formansskapin í samstarvsráðnum.

 

“Tað hevur týdning, at londini møtast regluliga á ráðharrastigi. Vit arbeiða saman á fleiri økjum, ikki minst nú trygdarpolitiska støðan í heiminum er broytt. Haraftrat skulu vit eisini tosa um ríkisrættarligu viðurskiftini millum londini. Sum áður sagt, so arbeiða vit miðvíst eftir, at Føroyar fáa størri uttanríkispolitiskar heimildir.”, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

Á ríkisfundinum luttaka løgmaður, danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og formaðurin fyri Naalakkersuisut, Jens-Frederik Nielsen. Á fundinum fara tey trý at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum og at kunna um búskaparligu og politisku gongdina í londunum.

 

Síðani verður fundur í samstarvsráðnum dagin eftir. Á fundinum skulu londini millum annað umrøða uttanríkis- og trygdarpolitisku støðuna.

 

 

Hesi luttaka á fundinum í samstarvsráðnum

 

Føroyar

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum

 

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum

 

Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum

 

Danmark

 

Mette Frederiksen, forsætisráðharri

 

Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri

 

Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri

 

Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri

 

Grønland

 

Jens-Frederik Nielsen, formaður fyri Naalakkersuisut

 

Múte B. Egede, landsstýrismaður í fíggjarmálum

 

Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna í uttanríkis- og granskingarmálum

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður