Ríkisrættarliga støða Føroya

Í hesum døgum verður nógv tosað um loysing, blokkin og ta negativu ávirkan hesin blokkur hevur á okkara samfelag.

Støða okkara er heilt einfalt tann, at tann danska grundlógin er galdandi fyri Føroyar. Síðani hava vit heimastýrislógina og stýrisskipanarlógina.

Í heimastýrislógini er nakað, ið verður kallað A og B mál, og eru hetta mál, ið ávikavist eru yvirtikin ella kunnu yvirtakast og mál, ið ikki kunnu yvirtakast.

Tá vit yvirtaka eitt mál, merkir tað, at danska stjórnin útdeligerar viðkomandi mál til okkum at umsita, og fyri at fíggja hesa umsiting, fylgir ein upphædd við (blokkurin).

Fyri einari tíð síðani varð fyrispurningur settur fram til ríkisumboðið, fyri at vita um okkara yvirtøka av undirgrundini eisini var ein delegatión, og var svarið ja.

Hvat merkir hetta og hvønn týdning hevur tað fyri okkum?

So leingi vit eru í tí ríkisrættarligu støðu við Danmark, sum vit eru í í dag, so kann danska stjórnin til eina og hvørja tíð fara inn og annullera alt, ið eitur delegatión, soleiðis at vit eru í somu støðu sum eitthvørt amt í Danmark.

Eitt, ið undrar meg er, at tá fólk byrja at tosa um loysing og sjálvstýri, so er tað næstan ongin, ið tosar um hesi viðurskifti. Vit kunnu senda allan tann blokk vit vilja retur til Danmarkar, men gevur tað okkum meiri sjálvstýri?

Um vit skulu tryggja okk-um soleiðis, at danska stjórnin ikki kann fara inn og taka av alla deligatión av teimum málum, vit hava yvirtikið, so má antin grundlógin broytast, ella mugu vit fáa eina grundlóg fyri Føroyar. Fyrst tá hetta er hent, kunnu vit byrja at tosa um at stýra í egnum landi.


     Ása Djurhuus