Nú er aftur eitt enskt felag, sum vil hava undirskriftina hjá enska framherjanum hjá Liverpool, Raheem Sterling.
Enska blaðið "Daily Mail" skrivar, at Manchester City ætlar at brúka eina upphædd, sum svarar til 430 miljónir krónur í okkara peningi, fyri at Raheem Sterling kann gerast partur av hópinum hjá Manchester City komandi ár.
Annað enskt blað, "Daily Mirror" skrivar tó í sínum lagi, at Manchester City vil ogna sær Raheem Sterling, men ikki fyri eina so stóra upphædd, sum Daily Mail ber uppá mál. Daily Mirror skrivar í sínum lagi, at leiðslan í Manchester City ætlar at fáa høvuðsvenjaran hjá Bayern München, Pep Guardiola, sum høvuðsvenjara hjá Manchester City. Kilenski Manuel Pelligrini hevur ikki havt eina so hepna hond við City hetta kappingarárið, og er ikki sannlíkt, at leiðslan ynskir, at kilenarin heldur fram, tá hetta kappingarárið er liðugt.
Eitt annað enskt blað "The Times" skrivar, at Manchester City roynir at fáa fatur í fleiri enskum spælarum, fyri at kunna hava ein sterkari hóp til Champions League. Tískil ætlar City sambært The Times at ogna sær Aaron Cresswell hjá West Ham United. Við fleiri ungum enskum spælarum ætlar Manchester City at stýra uttanum "Financiel Fair Play" krøvini hjá UEFA.