Rimmar bátafestivalur á Toftum

Høgni W. Høgnesen, formaður í Bátafelagnum í Nes kommunu, sigur, at málsetningurin hjá felagnum er at gera bátafestivalin til eitt afturvendandi árligt tiltak, sum dregur vitjandi til sín og sum samstundis marknaðarførir kommununa sum eina livandi og gestablíða kommunu

Bátafestivalur

Á øðrum sinni skipar Bátafelagið í Nes kommunu í morgin fyri bátafestivali við fleiri áhugaverdum og spennandi tiltøkum, bæði fyri børnum og vaksnum.
- Vit hava lagt upp til ein rimmar festival við eitt nú sølustevnu, loppumarknaði, uppboðssølu av málningum og tekningum, dansi og DJ-showi. Kirkjukórið fer eisini at syngja, og skúlaorkestrið fer at hava konsert.
Formaðurin í Bátafelagnum, Høgni W. Høgnesen, sigur, at kafeteria eisini verður á stevnuøkinum, eins og tveir slakrarar fara at grilla brasilianskar búffar og baka epli til tey, sum ynskja sær ein góðan bita.
Aftrat hesum verður eisini ein pylsuvognur, har fólk kunnu keypa sær "lættari" føði.
Á Toftum hava tey heldur ikki gloymt børnini og tey, sum ynskja at huga sær við spæli.
Høgni sigur, at Føroya størsta trampolin verður á stevnuøkinum, og har verður eisini ein hoppiborg og el-bilar.

Hæddarpunktið
Eingin bátafestivalur er uttan bátar, og hæddarpunktið á stevnuni verður sjálvandi, tá ið bátarnir stevna inn í Oyrahavnina á Toftum.
- Bátarnir møtast við Flesjarnar klokkan 14 og stevna inn í Oyrahavnina umleið hálvan tíma seinni.
Høgni sigur, at tá ið lagt verður at, fer Nes sóknar Hornorkestur at spæla og seta sín dám á hesa løtuna.
- Síðan fer alt bátsfólkið út í kaffistovuna á virkinum hjá Føroya Fiskavirking, har tey fáa feska suppu.
Bátafelagið hevur eisini "bílagt" sær eitt stórt harmonikulið, sum verður við bátahylin, tá ið bátarnir leggja at. Harmonikuliðið fylgir við út í kaffistovuna á fiskavirkinum, har tey fara at spæla, meðan suppan verður sopin.
- Harmonikuliðið fer eisini at seta sín dám á stevnuøkið, meðan búffarnir verða grillaðir, og hetta tiltakið byrjar klokkan 17, sigur Høgni.

Nógvir bátar
Bátafestivalurin á Toftum í fjør var hin fyrsti av sínum slagi í kommununi. Veðrið gjørdist heldur illfýsið hendan dagin, og tað ávirkaði luttøkuna av bátum og vitjandi annars.
- Slakir 40 bátar vóru við í fjør, men vit vænta nógv fleiri bátar hesaferð. Bátarnir liggja væl á Toftum, og tá ið deksbátahavnin í Oyrunum er full, er gott pláss úti í Jacobs-havn, har Fiskamarknaðurin er.
Høgni vísir á, at Toftir liggja væl fyri, tá ið ræður um bátar og sigling, tí heimanfyri Flesjarnar er deyðavatn.
- Hópin av bátum eru á Skálafjørðinum, og talið er ikki minni í høvuðsstaðarøkinum, eins og fleiri bátar eru í Kollafirði og Sundalagnum annars.
Bátafelagsformaðurin visti í gjárkvøldið at siga, at ein bátur var farin heilt sunnan úr Vági við kós móti Toftum.
- So, vit vænta, at talið av bátum hesaferð verður rættiliga stórt, sigur hann.

Ókeypis ferðing
Høgni væntar eisini at síggja nógv fleiri gestir á festivalinum í ár enn í fjør.
- Nú Norðoyatunnilin júst er latin upp fyri almennari ferðslu, og ókeypis er at koyra bæði úr Norðoyggjum og Vágum, vænti eg, at hetta fer at síggjast aftur í vitjandi á Toftum leygardagin.
Hann heldur, at bátafestivalurin á Toftum í morgin er eitt gøtt høvi hjá fólki, sum hava hug at síggja seg um á eystara armi á Skálafjørðinum.
- Eitt so gott høvi býðst ikki á hvørjum sinni og møguleikin í morgin at ferðast ókeypis um undirsjóvartunlarnar er hin seinasti á hesum sinni, leggur hann aftrat.

Hitakanónir
Í fjør vóru eini 280 fólk í dansi á Toftum, og hesaferð verður tað Dansiorkestrið, sum fer at undirhalda við góðum dansitónleiki fyri tey tilkomnu.
- Meðan tey tilkomnu fara at dansa og hugna sær í høllini hjá Landingarmiðstøðini, kunnu tey yngru hugna sær í tjaldinum á stevnuøkinum, har vit fara at hava DJ-show.
Høgni sigur, at uttan mun til, hvussu veðrið háttar sær leygardagin og leygarkvøldið, verður eingin trupulleiki við hita á stevnuøkinum, tí í ár hevur felagið útvegað sær tríggjar sonevndar hitakanónir, sum skulu hita tjaldið og báðar hallirnar hjá Landingarmiðstøðini, har ávikavist dansur og kafeteria verða.

Betri umstøður
Høgni sigur, at sjálvt stevnuøkið verður væl størri hesaferð enn í fjør og sitiplássini í kafeteria, sum verður í høllini við síðuna av dansinum, verða nógv fleiri.
- Vit fara at byggja ein stóran "garð" við fiskakørum millum Kassamiðstøðina og Landingarmiðstøðina. Hetta gera vit bæði fyri hugnan, lívdina og trygdina á økinum og í hesum garðinum verða øll tey vanligu uttandura stevnutiltøkini, sigur hann.
Høgni sigur, at málsetningurin er at gera bátafestivalin til eitt afturvendandi árligt tiltak, sum dregur nógv vitjandi til sín og sum samstundis marknaðarførir Nes kommunu sum eina livandi og gestablíða komunu.
- Jú, her verður lagt upp til ein rimmar festival við góðum stemningi og nógvum og spennandi tiltøkum. Øll eru meira enn hjartaliga vælkomin at vitja á Toftum í morgin, sigur formaðurin í Bátafelagnum, Høgni W. Høgnesen.