Løgtingsformaðurin helt leygarkvøldið seksti ára føðingardag í Eydnuni á Oyrabakka. Eydnan er næsti granni hjá Edfríð og Edmundi Joensen, og har vóru umleið 300 fólk samankomin. Har vóru børnini við teirra, har vóru familjurnar hjá bæði Edfríð og Edmundi, og har vóru bygdarfólk og avstaðsfólk, sum tað plagdi at verða tikið til.
Edmund Joensen hevur í út móti fjøruti árum verið frammarlaga í føroyska vinnulívinum og politiska lívinum. Millum mongu føðingardagsgestirnar vóru eisini mong umboð fyri vinnuliga og politiska lívið og eisini umsitingina - bæði í útinnandi og lóggevandi partinum.
Nógvur sangur og tónleikur var á skránni. Onkra løtuna var føðingardagsbarnið á pallinum. Áður hevur hann sungið í útvarpssending á nýggjárinum, og hann sigst eisini hava sungið á valfundum í losjuni í Gøtu. Nú hoyrdu gestirnir í Eydnuni løgtingsformannin syngja - ikki minni enn tvær ferðir - For dina blaua ogon skyld hjá Vikingarna.
Nógvir røðarar vóru. Edfríð Joensen hevur altíð verið manni sínum hollur stuðul. Leygarkvøldið vísti hon, at tað liggur væl fyri hjá henni at røða. Hon lýsti hjúnarfelagan sum mann og faðir, samstundis sum hann hevur verið vinnulívsmaður og seinni politikari. Hetta var bæði hugtakandi og áhugavert.
Politiska spektrið var umboðað alt sum tað var. Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sum í turbolentu níti árunum eitt skifti var felagi hjá Edmundi Joensen í landsstýrinum, heilsaði samgongufelagnum. Formaðurin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen, bar heilsu fram til fyrrverandi formannin í flokkinum, Kristian Magnussen, formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, segði nøkur orð, Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum vísti, at hann hevur orðið í síni makt, Heðin Zachariassen heilsaði frá valdøminum hinumegin Sundalagið, og vinmaðurin Bjarti Skipanes á Skipanesi segði eisini nøkur orð.
Og so vóru tað tveir aðrir løgtingsmenn, sum høvdu orðið. Báðir eru teir tiltiknir røðarar, og báðir leggja teir seg nógv eftir at gera nógv burturúr røðunum. Óli Breckmann, sum neyvan verður tikin sum undirhaldari, umboðaði Fólkaflokkin, og Tórbjørn Jacobsen umboðaði Tjóðveldisflokkin. Føðingardagsgreinin, sum tjóðveldistingmaðurin hevði í blaðnum leygardagin, boðaði frá, at tjóðveldismaðurin á Glyvrum og sambandsmaðurin á Oyrabakka - hóast teir eru størstu mótsetningar í ríkisrættarliga spurninginum - eru meiri enn bara politiskir starvsfelagar. At teir eru persónligir vinmenn varð enn eina ferð undirstrikað, tá ið Tobbi var á pallinum og røddi.
Eftir borðhaldið var sangur, tónleikur og dansur. Orkestur spældi undir, men í onkrum steðgum varð samgonga skipað millum andstøðutingmann og samgongutingmann. Tjóðveldistingmaðurin, Tórbjørn Jacobsen, og sambandstingmaðurin í Suðuroy, Jóhan Dahl, sum á yngri árum fekst ikki so lítið við poppmusikk, tóktust finna væl saman, og í veitslulagnum vóru meiri enn ábendingar um, at tað eisini svingaði, tá ið teir báðir spældu.