Rimmar Floksmanna Riv

Í okkara skjott vaksandi ferðamannavinnu og í tosinum um, hvussu útjaðarin kann mennast, er tað stuttligt at síggja, hvussu væl Símun og Jastrid Gullaksen duga at gagnnýta og menna teirra festi úti í Hattarvík.

 

Teirra kanska kendasta tiltak er árligi Floksmannadagurin í juli, har fólk hava høvið at nýta vakru Fugloynna og fáa eina stóra gastronomiska uppliving eisini. Floksmannadagurin hevur skjott nøkur ár á baki, men har økist luttakaratalið hvørjaferð.

Eisini fyriskipa Símun og Jastrid vælumtóktar útferðir til Fugloynna fyri feløg og stovnar gjøgnum summarið.

Seinastu árini hevur Símun eisini fyriskipað røst rivjakvøld í november á Gamla Seglhusinum.

Seinasta vikuskifti vóru soleiðis tvey fullsett og sera væleydnaði og vælsmakkandi rivjakvøld við sangi og undirhaldi og skemti. Aftur við rivunum úr Hattarvík vóru sera góð eplir ur Fugloynni og sum vant góður løgur frá Anniku Waag.

Sum sagt hava Símun og Jastrid ment eitt sera spennandi koncept við støði í Fugloynni, og hóast veturin nú nærkast, so er man longu farin at gleða seg til Floksmannadagin fyrst í komandi juli mánað, tá vit aftur hava sól og summar.

 

Johan Mortensen