Rimmar harmonikutreff í Skálavík

Í annaðkvøld verður eitt rimmar harmonikutreff á Grind í Skálavík, sum eisini verður eitt alment “Syngið við kvøld”.

Kvøldið er skipað soleiðis, at fólk uttanfyri oynna eisini fáa høvi at koma til Skálavíkar til kvøldið, tí tað slepst av aftur oynni klokkan 22.30. Eisini ber til at gista á stásiliga Frítíðar-og Skeiðsdeplinum í Skálavík.

Høvi verður at keypa sær ein góðan drekkamunn ella kaffimunn við onkrum góðum afturvið.

Sangløtan byrjar klokkan 18.30 og endar umleið klokka 21.30. Tónleikarar møta tó klokkan 14.30.

Longu nú eru um 25 harmonikuspælarar teknaðir, og um onkur annar spælari hevur hug at verða við, er viðkomandi hjartaliga vælkomin at ringja til Imma Dam á telefon 727272 ella Terja Dalsgaard á telefon 281376.

Hetta skrivar sandportal.fo í dag, sum eisini eigur myndina av Frítíðar-og Skeiðsdeplinum í Skálavík.