Rimmar ólavsøkuframsýning

Við 90 verkum hjá 30 listafólkum verður Ólavsøkuframsýningin í ár tann størsta higartil

Verkini eru øll tulkingar av hugtakinum “landslag” í breiðastu merking. Herfyri flutti Grafiski Verkstaðurin úr Listaskálanum, sum harvið fekk munandi størri framsýningarhøli. Gott pláss er tí eisini at hýsa teimum mongu og samansettu verkunum, sum verða við á Ólavsøkuframsýningini í ár.

 

Millum tey 90 listaverkini, sum eru við, eru málningar, foto- og steintoysverk, standmyndir úr sandsteini, stáltráði, pappíri, innstallatiónir og verk úr aðrari samansettari tøkni.

 

Hvørt á sín hátt eru verkini tulkingar av hugtakinum “landslag” í nútímans merking, sum á ymsar mátar seta sjónleyku á fatanir av, hvat landsløg kunnu vera her heima og úti í heimi.

 

Eisni síggjast meir at kalla avskeplaðar landslagsmyndir, sum seta spurnartekin við list og listafatanir í okkara tíð.

 

Av teimum 30 listafólkunum, sum eru við, er 17 kvinnur og 13 menn. Níggju av listafólkunum eru við á Ólavsøkuframsýningin fyri fyrstu ferð.

 

Ólavsøkuframsýningin letur upp ólavsøkuaftan klokkan 14. Ólavsøkudagarnar báðar letur framsýningin aftur klokkan 20.

 

Framsýningin hongur uppi fram til 9. august.