Kim Hansen, James Olsen og Jóhannus á Rógvu Joensen fara leygarkvøldið á pall saman í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, har skipað verður fyri páskadasi.
Teir tríggir teljast millum mest royndu og umbidnu tónleikararnar í Føroyum, bæði sum solistar og við egnum bólkum. Umframt tað hava teir eisini verið bulurin í bólkinum Showmenn, hava teir spælt undir hjá einari ørgrynnu av stórum útlendskum og føroyskum nøvnum.
Páskadansurin í Føroyahúsinum verður 30. mars, og dyrnar lata upp klokkan 22.00.