Norska oljufelagið Statoil hevur almannakunngjørt roknskapin fyri annan ársfjórðing, og úrslitið er munandi betur, enn greinarar høvdu væntað. Sambært blaðnum Aftenposten høvdu greinararnir væntað, at rakstrarúrslitið fór at verða 50,1 milliardir norskar krónur, men nú roknskapurin er kunngjørdur, er talið 61 milliardir krónur. Tað er 26,6 milliardir krónur meiri enn somu mánaðir í fjør.
Rakstrarinntøkurnar vóru 159,5 milliardir krónur samanborið við 129,2 milliardir í øðrum ársfjórðingi í 2010.
Leiðslan í Statoil ásannar, at hægri olju- og gassprísur hevur góða ávirkan á rakstrarúrslitið. Sambært felagnum er oljuprísurin hækkaður 32 prosent og gassprísurin 28 prosent samanborið við annan ársfjórðing í fjør.