Ring minni móti Rumenia

Tvær ferðir áður hava Føroyar spælt móti Rumenia. Samlaða tapið er 11-0!

Fótbóltur

 

Klokkan 17.30 í dag verður dysturin millum Føroyar og Rumenia blástur ígongd á Tórsvølli.

Sum altíð er vónin, at Føroyar fáa eitt gott úrslit, men móti Rumenia eru hagtølini ikki í okkara parti í so máta. Talan hevur nevnliga verið um greið tap tær báðar ferðirnar, sum Føroyar og Rumenia higar til hava dystast. Í 1992 taptu Føroyar 7-0 í Bucharest, og árið eftir gjørdist talan um 4-0 tap á Svangaskarði.

Sum heild gjørdist talan um eina sera soltna undankapping, har tíggju dystir einki stig góvu av sær, og har samlaði málmunurin gjørdist 1-38. Úrslit, sum bóru við sær, at Páll Guðlaugsson ikki longur var føroyskur landsliðsvenjari. Í hansara stað varð Allan Simonsen tá settur. Til heimadystin móti Rumenia vóru tað tó Johan Nielsen og Jógvan Norðbúð, sáli, sum stóðu við stýrisvølin.

Og samstundis var hetta eitt tíðarskeið, sum markeraði eitt farvæl til fleiri av teimum kreftum, sum í fyrstu undankappingini fingu fýra stig móti ávikavist Eysturríki og Norðurírlandi.

Mikkjal Danielsen og Torkil Nielsen vóru givnir longu undan heimadystinum, sum var síðsta altjóða avbjóðingin hjá Jóannesi Jakobsen. Kári Reynheim spældi bara tveir dystir afturat, og Abraham Hansen spældi bara ein dyst árið eftir.