Ringanna Harri á russiskum

Tíggju ár áðrenn fyrsti av teimum trimum Hollywood filmunum kom út, kom ein russiskur filmur um ringanna harra út

Leikstjórin Peter Jackson er í veruleikanum ikki tann fyrsti, sum hevur filmsgjørt kendu og vælumtóktu bøkurnar hjá J.R.R. Tolkien um millum annað Frodo, Gollum, Gandalf og Aragorn.
Tí tíggju ár áðrenn fyrsti av teimum trimum Hollywood filmunum kom út, kom ein russiskur filmur um ringanna harra út. Nú er russiska útgávan at finna á YouTube, og fólk eru púra frá sær sjálvum um filmin, sum bert varð vístur ta einu ferðina í russiskum sjónvarpi, áðrenn hann hvarv og fór undir heilt.

Ringanna Harra fjepparar hava seinni leitað ótroyttiliga eftir filminum, men hann varð ikki funnin fyrr enn nú.

Orsøkin fyri stóra áhuganum í 30 ára gamla filminum er, at hann á allar mátar er øðrvísi frá filmatiseringini hjá Peter Jackson, og tað er millum annað eyðsýnt, at russarir ikki hava havt somu fíggjarligu møguleikarnar til at gera teldugjørdar effektir.

The Guardian upplýsir filmurin kallast »Khraniteli«.