Ringast var at missa systrina og Alex

- Tað ringasta, sum hendi í árinum, var, at systir mín Jórun og Alex Bærendsen doyðu so brádliga, sigur Hallur Joensen.

Føroyski country-kongurin, sum Hallur Joensen mangan verður róptur, hevur ikki brúkt nógvan pening upp á fýrverk, síðan børnini gjørdust vaksin. Men, hvørki hann ella konan verða heima á nýggjárinum, sum nú stundar til.

 

- Nýggjárið í ár verður hildið saman við konu míni, Anniku, á kanarisku oynni, Fuerteventura, sigur hann.

 

Tað besta, sum er hent í familjuni seinasta árið, heldur Hallur Joensen er, at tey fluttu heimaftur til Klaksvíkar eftir at hava verið í Danmark í tvey ár. Sonurin Alex, sum hevur Asperger, býr nú í Herning og er komin víðari við lívinum.

 

- Nógv er eisini hent uttanlands við tónleikinum í 2018, og ikki minst sangurin “Send Me a letter Amanda” hevur fingið 1,7 miljónir "views" á Youtube, sigur countrykongurin.

 

Tað ringasta, sum hendi í árinum var, at systirin, Jórun og Alex Bærendsen, so brádliga doyðu. Men, Hallur Joensen hyggur frameftir, og dreymurin hjá honum er at geva eina fløgu út í 2019.