Ringasta happing í Føroya søgu

Tann, sum peikar ein fingur eftir øðrum, skal peika tríggjar fingrar ímóti sær sjálvum

Dimmalætting fer aftur í ár at velja Ársins Neyðrakett. Ársins neyðrakett verður onkur, sum tey halda ikki er komin so væl burtur úr onkrum tey hava fingist við.

 

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, og fyrrverandi løgmaður, og formaður í Sambandsflokkinum, er ein av teimum seks, sum eru í uppskoti. Og hann heldur lítið um tiltakið hjá Dimmalætting.

 

Hann sigur á Facebook, at hann kundi sagt sum fleiri, at hetta er eitt ordiliga stuttligt átak.

 

Men tað heldur hann ikki.

 

- Eg havi altíð hildið at hatta er størsta happingartiltak í Føroya søgu, sigur hann.

 

- Eg skal ikki hava eina meining um hini sum eru í uppskoti men bara siga at eg kenni tey øll, og tey eru millum dugnaligastu fólk vit eiga, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Hann er i uppskoti fyri leiklutin í málinum um Eysturoyartunnilin, og kanningina hjá Gammeltoft.

 

Eitt annað uppskot er Jacob vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður, fyri nýggju grindalógina sum hevur stygt ferðafólk burtur frá Føroyum, og Jóannes Hansen, valserfrøðingur, fyri at hava mett skeivt um úrslitið av fólkatingsvalinum í summar.

 

Heðin Mortensen er í uppskotið fyri húsakeypini hjá Tórshavnar Býráði, havnaútbyggingina, og annað.

 

Onnur uppskot eru tær báðar løgtingskvinnurnar, Annika Olsen og Sonja Jógvansdóttir fyri at politiska virksemið eftir løgtingsvali.

 

 

Jóna Mariusardóttir Mortensen, fyrrverandi løgtingskvinna, og partakvinna hjá Kaj Leo Holm Johannesen, er samd í, at hetta er ‪”happing so tað stendur eftir”.

 

- Øll peika, flenna gera látur burturúr. Happing í einum nýggjum hami, einki annað, sigur hon eisini á Facebook.

 

Hon veit ikki hvør hevur uppfunnið hatta, hvør hevur tørv á at gera eitt menniskja til rukku.

 

Hon heldur, at tað má vera eitt menniskja við óvanliga lágum sjálvsvirði , sum hevur trongd til at happa onnur ella síggja onnur verða flent at.‬