Ringdu av Suðurpólinum í nátt

Tveir av manningini á norska bátinum ?Berserk?, sum leitað verður eftir við Antarktis, hava nú givið ljóð frá sær. Tað hendi í nátt, tá vissa fekst fyri, at Jarle Andhøy og Samuel Massie eru uppi á landi, og at teir hava tað gott.

-Samuel ringdi í nátt. Vit tosaðu bara ein minutt, men hann hevur tað gott, sigur Anne Marie Ulvolden við bt.no. Hon er mamma tann 18 ára gamla Samuel Massie.

Bjargingarlið leita nú eftir ?Berserk? og hinum trimum monnunum, sum vóru við bátinum. Í gjár sendu myndugleikarnir í Ný Sælandi eina tyrlu at leita, men hon sá einki til bátin.

?Berserk? sendi út neyðarkall tíðliga týsmorgunin. Tá var veðrið vánaligt við nógvum vindi og 45 kuldastigum, men tað er betri nú.