Ringja úr Danmark at spyrja um jubileumsvasan

Nú væl umtókti jubileumsvasin hjá Kähler er útseldur í Danmark, ringja kundar til Føroya í jagstranini eftir at fáa fatur í einum.

Væl umtóktu jubileumsvasarnir hjá Kähler hava eisini verið til sølu í Føroyum. Bæði hjá Mariu Poulsen og hjá Inspiration hevur vasin verið at fáa. Hetta hava onkur í Danmark fingið frænir av, og hava tí ringt til Føroya, fyri at vita, um tey kunnu fáa fatur í einum eintaki her. Men til fánýtis.

 

Vasin er, eins og allastaðni í Danmark, eisini útseldur her í Føroyum. Donsku keypararnar, sum ikki hava fingið hendur á einum vasa, mugu tí antin keypa ein frá privatum seljarum, ella bíða inntil novembur, tá ein minni útgáva av jubileumsvasanum verður at fáa.

 

Privata loysnin kann tó gerast dýr. Fleiri vasar eru lagdir til sølu fyri yvir 1.000 krónur, og onkur nasvísur seljari hevur sett sín til sølu fyri heili 4.900 krónur.

 

Men sum sagt, eingin hjálp er at heinta frá føroysku handlunum.