Ringmerktur skarvur

Eingin av teimum 55 skarvunum, sum eru ringmerktir í Føroyum eru funnir uttanlands. Tað skrivar Náttúrugripasavnið í dag. Tann fyrsti føroyski skarvurin, sum ber latínska heitið Phalacrocorax aristotelis, varð ringmerktur í 1931.

Í Noregi eru umleið 50.000 skarvar ringmerktir, og eingin teirra er funnin aftur uttan fyri norskt sjómark. Bretar hava ringmerkt á leið 230.000 skarvar, og av teimum eru bert heilt fáir farnir til stroks. Teir hava millum annað leitað sær til Fraklands og Noregs, og seks av teimum eru funnir aftur við Føroyar.

Tann elsti ringmerkti skarvurin, var merktur í Onglandi. Tá hann varð skotin, hevði hann havt ring um beinið í 30 ár og 7 mánaðar. Elsti skarvurin, vit vita um í Føroyum, varð funnin 20 ár eftir, at hann hevði fingið ringin um beinið. Hann varð sum ungi ringmerktur 4. september 1961 á Fair Isle, og varð funnin aftur í Føroyum 4. juli í 1981.

Skarvarnir í okkara grannalondum eru sum heild búfuglar, men hvørt teir føroysku skarvarnir eisini eru støðufastir, fáa vit bert at vita við at ringmerkja fleiri.