Ringo Starr var trummuspælari í best umtókta tónleikabólkinum nakrantíð, The Beatles. Nú kann Ringo Starr fegnast um eitt nýtt heiti, tí hann er blivin langabbi.
Beatlin, sum er 76 ára gamal, eigur trý børn, og tey hava eisini fingið børn. Tað seinasta er, at abbadóttirin Tatia Starkey føddi ein son.
Langabbin Ringo Starr er ikki pensjóneraður sum tónleikari, og í oktober skal hann á enn eina konsertferð við sínum All Star bólki. Konsertir verða í USA, Japan og Korea.