Ringt at forða Sea Shepherd í Føroyum

Tað ber ikki til, at vit ikki skulu kunna fara í grind, uttan at hava løgregluna at verja okkum

 


Tað heldur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, sum er talskvinna fyri Fólkaflokkin, nú Løgtingið viðgerð uppskot frá Tjóveldi um at banna Sea Shepherd í Føroyum.

- Ein máti kundi verið at gjørt eina lóg, sum bannar fólki at koma til Føroyar, tá ið tey hava boðað frá, at tey ætla at bróta landsins lóg, heldur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir

 

Les eisini: Vilja ikki banna Sea Shepherd í Føroyum

 

Hinvegin ásannar hon, at tá eru tað kanska ikki vist, at tey fara at tosa so hart um sínar ætlanir,

Tá koma tey kanska bara sum vanlig ferðafólk. Í dag er støðan í hvussu so er tann, at tey eru løtt at kenna aftur.

- So í øllum førum er tað ein avbjóðing, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

 

Men hon heldur so eisini, at tað kann ikki bera til, at vit ikki skulu kunnu fara í grind, uttan at hava løgregluna at verja okkum.

- Tað er ikki meiri enn rímiligt, at okkara mentan verður vird, eisini av Sea Shepherd, leggur talskvinnan hjá Fólkaflokkinum afturat.