Ringt at koma um Gøtueiði

Nógvir bilar standa í løtuni fastir í brekkuni oman fyri Syðrugøtu á veg niðan á Syðrugøtueiði.

Nógvir bilar standa í løtuni fastir í brekkuni oman fyri Syðrugøtu á veg niðan á Syðrugøtueiði. Sera ring líkindi eru at koyra, og fólk eru farin úr bilinum at skumpa ein og ein bil niðan. Einir 20 bilar standa fastir har í løtuni.

 

Fólk á staðnum siga við in.fo, at ein maskina frá Landsverki nú er komin á staðið, men long bilarøð er eisini aftan fyri maskinuna.

 

Koyrilíkindini eru í løtuni sera ring. Og í Gøtu rýkur so nógva, at illa sæst millum húsini.