Tað er ikki lætt, sum tað hevur verið at selja hús uttanfyri Havnina.
Tað sigur Jón Simonsen, stjóri í Skyn, sum selja nógv hús og nógvar ognir fyri fólk.
Hann sigur, at 70 prosent av húsunum, tey selja, eru í høvuðstaðnum.
Men uttanfyri høvuðstaðin er bústaðarmarknaðurin deydligur.
- Vit hava nógv hús til sølu á bygd, men tey eru ring at selja. Eftirspurningurin er til staðar, men tað er kanska ikki so lætt at fáa fígging til hús uttanfyri Havnina, sum tað er at fáa til hús í Havn, har trygdin er munandi betri, sigur Jón Simonsen.
Annars er prísurin á húsum hækkaður spakliga men støðugt hesi seinastu árini, og miðalprísurin á einum sethúsum í Havn liggur í dag um tvær milliónir.
Prísurin á tvíhúsum liggur runt roknað á 1,7 millión, men har er útboðið ikki stórt, so prísurin er nógv heftur at, hvussu stór og góð húsini eru.
Í búðirnar í Havn liggja um 1,3 millión, men tá er Kongavarði og Heimastahorn ikki tikin við, tí tær íbúðirnar eru nakað dýrari.
Hetta er nakað væl bíligari enn í 2007, tá ið miðalprísurin á einum sethúsum í Havn eitt skifti lá um 2,4 milliónir-og tá var mangan talan um sethús, sum kravdi fitt av ábótum.
Summi, sum ikki vildu keypa hús í Havn í 2007 og har á leið, men keyptu hús á bygd, men stjórin í Skyn metir, at tey fara ikki at fáa tað aftur fyri húsini, tey hava goldið fyri tey, tí tað eru ikki keyparar, sum eru til reiðar at rinda so nógv fyri tey.
Men hinvegin bar at kalla ikki til at selja hús eitt skifti í 2008 og serliga í 2009, tí hesi árini vórðu ógvuliga fá hús handlað.