Anfinn Laksáfoss
????????????????
Búskaparliga gongdin hjá fiskivinnutjóðini Føroyar er tann skeiva vegin, tann náttúrliga vegin, kunnu vit eisini siga. Fíggjarstøðan hjá landskassanum, er tengd av góðum og vánaligum fiskiárum. Hettar mugu vit føroyingar ásanna, at hetta er so, uttan mun til politiskar avgerðir. Eitt annað er so, hvussu farið verður fram í landsins leiðslu, í mun til gongdina í fiskivinnuni. Hvussu nógv verður lagt til síðis og brúkt í góðum tíðum o.s.f.
Eg kundi hugsa mær at vita, um tað yvirhøvur vera tikin atlit til gongdina í fiskivinnuni, tá ið lønar-samráðingar eru á tí almenna og privata sektorinum? Tá ið búskaparliga kreppan í fyrru helvt av nítiárinum vendi, av tí at fiskurin kom at vitja klettarnar aftur, var nógv argumenterað við, at nú máttu tær almennu og privatu lønirnar hækka, so at tey eisini fingu sín part av tí avkasti, sum havið nú var komið við. Aftaná niðurgongdina í fiskivinnuni seinastu tvey árini er føroyski fiskimaðurin farin niður í løn við eini 30 prosentum, onkrir bólkar heili 50 prosent. Kanska kundi hettar eisini verið tikið við til lønarsamráðingar næstu ferð?
Argumenterað hevur eisini verið við, at almennu og privatu lønirnar skullu vera á sama støði, sum í øðrum norðurlondum, sum tey eisini væl hava fingið uppfylgt. Skullu føroysku fiskimennirnir vera á sama støði sum í hinum norðurlondunum, skal ein stórur skattalætti koma afturat skattalættanum til sjófólkið, sum ið løtuni er virkin. Samstundis sum lønarhækkingar fara fram, hava røddir verið frammi um at lækka inntøkuloftið fyri skattalættan, samsýningingina, ið fiskimaðurin fær fyri tað hann bløðir, fyri tað føroyska samfelagið, á sjónum. Skattalættin til sjófólkið, er eitt tað stórsta framstigið, í føroyskum politikki, í nðggjari tíð.
Sjálvandi skulla tær al-mennu lønarhækkingirnar, ikki ganga útyvir landskassan, fólksins bankabók, sum jú er tengdur av gongdini í fiskivinnuni. Her muga sparingar og automatiseringar til, í mun til at tænastustøði eisini kann gerast betri. Sjálvur kostnaðurin av tí almenna hevur ongantíð verið so stórar fyrr, heldur ikki í mun til inntøkur landskass-ans. Kanska kundi hesar lønarhækkingar heldur verið spardar, so ymisk avgjøld kundu verið avtikin, og skattaprosentið lækka. Kostnaðarstøði kundi lækka, so allir borgarar í landinum høvdu fingið ein ágóða av tí.
Støðugt vaksandi lønir á tí almenna og privata marknaðinum, kann ongantíð vera nøkur góð loysn, tá ið vit hava eina óstøðuga fiskivinnu, og harvið ein óstøðugan búskap.
Síðstu tíðina hava arbeiðarafeløgini víst seg, at vera meira til ampa fyri limir sínar, enn hjálp. Arbeiðarafeløgini hava hingið í lúnningini á virkjum, og roynt at kollsilgt tey. Limir teirra síggja, meðan beinini vera hálaði undan teirra arbeiðsplássum.
Arbeiðarafeløgini hava, so at siga, roynt at kvalt hvørt eitt tað einasta flakavirkið í landinum, við arbeiðssteðgum og methøgum tímalønum. Úrslitið er, at virkini ikki longur hava kunnað verið kappingarfør í prísi, og nógvur fiskur er tískil farin óvirkaður av landinum.
Nú hava arbeiðarafeløgini heitt á landsstðrið, um at avmarka stóra útflutningin av rundum fiski, beinleiðis á útlenskar marknaðir. Sjálvandi skal so nógvur fiskur sum møguligt, virkast liðugur á føroyskum virkjum, men hetta sigur nakað um hvussu lágt støðið er á arbeiðarafeløgunum. Her má eitt ella annað, gerast fyri, at arbeiðarafeløgini ikki sleppa at veipa við ørmunum soleiðis.
Náttúrligt er jú, at hvør roynir at fáa sum mest burtur úr, har sum man er, men eitt betri samanspæl má vera ímillum teir ymisku sektorarnar í landinum, tá ið vit bara hava eina høvuðsvinnu, fiskivinnu.
Minnist eg rætt, so var eitt tað størsta hjartamálið hjá sitandi samgongu, at røkka út til tann veikasta í landinum, Vóni at tað eydnast!