BankNordik legði í dag fram roknskapin fyri triðja ársfjórðing og hóast rakstrarúrslitið var nakað betri enn í fjør, tykist tað, sum keypsskálin hevði væntað eitt betri úrslit.
Virðið á partabrævinum hjá BankNordik er nevniliga fallið við 7,84 prosentum í dag, niður á 141 krónur. Seinastu vikuna er virðið fallið við 9 prosentum og seinasta mánaðin við 10,5 prosentum.
Verður hugt longri aftur, so er virðið á partabrøvunum í BankNordik tó væl hægri enn tað hevur verið. Broytingin seinastu tríggjar mánaðirnar er ein hækking á 12,8 prosent og samanborið við fyri einum ári síðani, er eitt partabræv í BankNordik ein triðing meiri vert í dag.