Risa framstig fyri ferðafólk við Teistanum

Tíðliga næsta ár verður tann hálva loysnin, sum nú er í gildi, til eina heildarloysn

 

Fyri einum ári síðani setti strandferðslan eina nýggja skipan í gildi, har tey, sum skuldu ferðast við Teistanum av Gomlurætt til Skopunar við bili, kundu keypa sær ferðaseðil á internetinum.

 

Men skipanin hevur ikki verið galdandi fyri tey, sum hava ferðast úr Skopun til Gomlurætt, tí borgarstjórin í Skopun setti seg ímóti tí. Hann førdi fram, at tað vóru so nógv fólk, helst eldri, sum ikki høvdu teldu, og hann stúrdu fyri, at tey fóru at vera við sviðusoð, vórðu allir ferðaseðlarnir seldir á internetinum frammanundan.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum eisini umsitur samferðslumál, og Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, siga, at nógvar áheitanir eru komnar um eisini at seta bílegginarskipanina í verk í Skopun, so pláss kann bíleggjast til akfarið, tá ið man fer av Sandoynni.

 

Í eini fráboðan í kvøld siga teir, at nú er avgerð tikin um at hetta verður sett í verk fyrsta ársfjórðing næsta ár.

 

Teir siga, at nú fer Strandferðslan at greina fyrireika hetta og síðani verður skipað fyri almennari kunning í Sandoynni fyri myndugleikum og brúkarum, áðrenn bíleggingarskipanin verður sett í verk.