Góðar tveir tímar undan Nations League landsdystinum móti Aserbadjan í dag, kom eitt risa hernaðarlið inn á Olympic leikvøllin í Baku. Teir fimm føroysku áskoðarar mugu heldur skikka sær pent í dag.
Síggi myndir undir greinini
Tað sá næstan út sum í onkrum krígsfilmi, tá fleiri hundrað hernaðarfólk komu masjerandi inn á leikvøllin. Teir gingu í takt og í bólkum. Síðani stillaðu teir seg ein og ein kring allan tann stóra leikvøllin.
Fyrr í dag hava trygdarlið verið á leikvøllinum við hundum, og tryggjaði at einki er á leikvøllinum, sum ikki skal verða har. Mett verður, at tað verða áleið 20 túsund áskoðarar til dystin. Av teimum eru fimm føroyskir áskoðarar. Teir skulu verið í góðum hondum, tí trygdin tykist verða í hásæti.
Føroyar spæla í dag klokkan 17 móti Aserbadjan á Olympic Stadium í Baku. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgna frá dystinum. Føroyar spæla í dag klokkan 17 móti Aserbadjan á Olympic Stadium í Baku. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgna frá dystinum.
Landsliðsvenjarin, Lars Olsen, hevur kunngjørt liðið, sum byrjar í dag. Tað er hetta:
Føroyar (3-4-3):
Gunnar Nielsen – Odmar Færø, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad – Gilli Rólantsson, Hallur Hansson, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson – Klæmint A. Olsen