Risaavlop hjá Bakkafrost

Fysta ársfjórðing hevði Bakkafrost eitt avlop áðrenn skatt á heilar 50,4 milliónir krónur. Tað svarar til 8,78 fyri hvørt kilo av aldum fiski. - Biologiska gongdin er góð, og marknaðarútlitini síggja gott út. Fyrsti ársfjóðringur 2010 vísir sum fyrr fráboðað ein ársfjóring, har selda mongdin lækkar vegna strategisku umleggingarnar sum verða gjørd í Farming West deildini (fyrr Vestlax). Serliga er tað fyrra hálvár 2010, sum verður ávirkað. Vit meta at mongdin fer at hækka aftur seinna hálvár.

Tað sigur stjórin í Bakkafrost, Regin Jacobsen, í eini fráboðan um úrslitið hjá felagnum fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár.

Sølan var íalt DKK 190,4 mill í fyrsta ársfjóðringi 2010 (DKK 185,7 mill í proforma samanberingartølum fyrsta ársfjóðring 2009) og vaks sostatt 3%, hóast mongdin minkaði 22%.

Bakkafrost tók íalt 5.744 tons í kruvdari vekt í fyrsta ársfjóðring 2010 (7.318 tons í 2009). Av hesum komu 4.983 tons frá Bakkafrost Farming North og 761 tons frá West.

Vegna minni smoltútseting í 2008 og umlegging frá sílum til laks í Farming West verða tøkumongdirnar fyrra hálvár 2010 neiliga ávirkaðar. Samlaða tikna mongdin fyri 2010 og 2011 væntast at verða uml. 60.000 tons í kruvdari vekt, sigur Bakkafrost millum annað í fráboðan.