Fyrsta vikuskiftið í nýggja árinum verður forvitnisligur dansur í Rex. Tí tá fer manningin til Showmenn at spæla til dans - bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið ? hóast teir ikki alment hava funnið saman aftur
Lagt verður upp til tað heilt stóru upplivingina, tá Kim, Jens Marni, James og Johannus koma saman at spæla nýggja árið inn.
Fýra væl vaksnir men, sum spæla sum dreymar og syngja sum einglar. Eitt fýraraddað einglakór, sum syngur á føroyskum og útlendskum. Men trøini vaksa ikki upp í himmalin.
Alment hava Showmenn ikki funnið saman aftur, og fyribils spæla teir bert 2. og 3. januar í Rex.