Tað var Johan Dahl, landsstýrismaður í oljumálum, sum í morgun handaði trý nýggj leitiloyvi á føroyska landgrunninum. Hann vísti á, at henda hending er ein laðarsteinur í oljuleitingarsøgu okkara, og helt fyri, at vit eiga eisini við slíkt høvi at steðga eitt sindur á og gera okkum nakrar tankar um, hvussu hevur gingist, og hvussu útlitini eru.
-Hyggja vit fyrst aftureftir, er nógv hent, síðani fyrstu loyvini vórðu latin fyri góðum átta árum síðani. Tað er ikki smávegis av arbeiði og pengum, sum eru – og framvegis verða – løgd í oljuleiting á landgrunni okkara, og tað hevði ikki verið, um økið ikki er áhugavert.
Lat okkum ikki gloyma tað!
Basaltið ikki ein trupulleiki
Hóast vit enn ikki hava funnið kolvetni í nóg stórum nøgdum, so eru framstigini rættiliga stór kortini. Vit plagdu at hoyra um basalttrupulleikar í samband við bæði innsavning av seismikki og í samband við at bora gjøgnum basalt. Her eru munandi framstig gjørd við tí virksemi, sum her hevur verið hesi árini og við tí tøkniligu menning, ið verið hevur. Vit hava tí eftirhondini eina munandi betri mynd og eitt betri forstáilsi av undirgrund okkara, umframt tað, at boring í basalt er ikki tann trupulleikin, sum stúrt varð fyri.
Landsstýrismaður helt fyri, at oljufeløg eru komin og farin. Og soleiðis fer tað helst eisini at verða frameftir. -Eg havi góðar vónir um, at undirgrund okkara er so mikið áhugaverd, at tað framhaldandi verða feløg, ið koma at halda áfram at leita. Signalini, vit fáa, vísa, at áhugin avgjørt er til staðar.
Við teimum loyvum, sum í dag eru/verða latin, hava vit 14 loyvi. 6 boringar eru gjørdar, og tann týðandi - sera týðandi - staðfesting er gjørd, at kolvetni verða framleidd í undirgrund okkara.
Framtíðin
Hvussu sær so út frameftir spurdi landsstýrismaður og segði:
-Tað er ein rættiliga spennandi tíð, ið liggur fyri framman. Við loyvunum, sum verða latin í dag, eru góð útlit til, at vit hava tryggjað leitingarvirksemi 6 ár fram.
Tað kann nógv henda til ta tíð, tí vónandi verða nakrar leitiboringar á skránni næstu árini. Komandi ár verður aftur ein spennandi boring, ið ikki er so langt frá Cambo brunninum, har kolvetni eru staðfest. Hóast vit kanska leggja virksemið mest til merkis, tá boringar eru, so gongur ein ørgrynna av virksemi fyri seg, sum vit ikki leggja so væl til merkis.
Tað er nevniliga arbeiði við at búna loyvini til at gerast búgvin at bora.
Fleiri loyvi nærkast tíðini, at avgerð skal takast, hvørt borast skal. Tíðin fer at vísa, hvussu nógvar boringar, vit koma at fáa burturúr hesum, men útlitini eru rímiliga góð. Hetta er í loyvum, har boringar ikki vórðu avtalaðar frá byrjan, men har kanningararbeiðið, ið er gjørt síðani, vónandi fer at føra til, at kunnleikin til loyvisøkini er blivin so mikið góður, at feløg gera av at bora royndarbrunnar.
Hetta er í tráð við tankan um, at hava útbjóðingrumfør. Tað umfarið, sum nú er byrjað, skal so vónandi um nøkur ár eisini føra til, at onkrir brunnar verða boraðir á hesum loyvunum.
So samanumtikið kunnu vit staðfesta, at føroyska økið framhaldandi er áhugavert leitiøki – tað hevur sínar avbjóðingar, gamaní – men eg havi góðar vónir til, at tað stóra kanningararbeiði, ið verður gjørt, fer at føra til, at Føroyar fara at fáa eina munandi inntøkukeldu afturat segði Johan Dahl.
Nýggju leitiøkini
Síðani handaði Johan Dahl umboðum fyri ymsu fyritøðufeløgini loyvini. Tað vóru tríggjar umsóknir, og lat hann øllum trimum umsøkjarunum loyvi eftir tilmæli frá Jarðfeingi.
-Fyrsta loyvið, er loyvi nr. 15, ið verður latið til GeysirPetroleum einsamøllum. Hetta er eitt minni øki, ið liggur í Hetlandsrennuni, uppat einum loyvi, ið Geysir longu frammanundan hevur saman við Atlantic Petroleum.
Næsta loyvið er nr. 16, ið verður latið StatoilHydro saman við Dong, Føroya Kolvetni og Atlantic Petroleum. Statoil er fyristøðufelag, og hevur 50% av loyvinum, Dong hevur 30%, og Føroya Kolvetni og Atlantic Petroleum hvør síni 10%. Økið er úti á Fugloyarrygginum, og er rættiliga stórt. Faktiskt er hetta nógv stórsta loyvið, ið latið er á føroyska landgrunninum. Og vit skulu kanska leita leingi í hesum parti av verðini at finna so stórt loyvisøki. Við hesum loyvinum flytir leitivirksemið seg rættiliga fitt norðureftir fram við markinum.
Triðja og seinasta loyvið er nr 17. Tað fær Føroya Kolvetni einsamalt. Nú flyta vit okkum suðurum og vestureftir. Øki, ið liggur á Bankarygginum, liggur uppat einum verandi loyvi hjá Føroya Kolvetni. Hetta er ein partur av leitiøkinum, ið lítil vitan er um, men er kortini rættiliga spennandi segði Johan Dahl, tá hann handaði leitiloyvini í Tinganesi mánamorgun.
(Lesið meira um oljuløtuna í Tinganesi í Vinnan í Sosialinum týsdagin og lurtið á Vinnurásini á Rás2 týsdagin.)
Faktaboks
3. útbjóðing
Loyvini í tríðja útbjóðingarumfari fevna um eitt samlað øki, ið er 6.505 km2, soleiðis at samlaða loyvisøkið á føroyska landgrunninum í dag er 17.673 km2. Loyvini í tríðja útbjóðingarumfari fevna um eitt samlað øki, ið er 6.505 km2, soleiðis at samlaða loyvisøkið á føroyska landgrunninum í dag er 17.673 km2. Loyvisskeiðini eru millum trý og seks ár. Skeiðini eru býtt upp í tíðarskeið, har avgerð skal takast við endan av hvørjum skeiði, hvørt farið verður víðari til næsta skeið. Arbeiðsskyldurnar fevna um innsavnan og viðgerð av ymsum dátum.