FISKUR
Klaksvík:
Ólavur greiðir frá, at hann setti fimm kalvastampar um hálvan annan fjórðing úr Skorini. Hann var einsamallur, tá hann setti, men hann fór inn aftur eftir pápa sínum, áðrenn hann byrjaði at draga innaftur.
- Og gott tað sama. Eg hevði aldrin fingið handan kalvan inn í bátin einsamallur. Eg haldi, at vit mundu baksast við hann í einar tjúgu minuttir, sigur Ólavur og flennir.
Ólavur sigur, at hann hevur ongantíð áður sæð ein so stóran kalva, men hann veit um, at onkur hevur fingið størri.
- Men ikki kann sigast, at hetta er vanligt, men avbera stuttligt, heldur hann.
Hann sigur eisini, at hann hevur ikki roynt so nógv eftir kalva. Eisini hevur prísurin fyri kalva ikki verið so góður.
- Hetta var ein kalvi 1, og ofta er prísurin fyri kalva 1 og 2 tann sami, sigur Ólavur. Orsøkin til, at prísurin er tann sami fyri kalva 1 og 2 er helst, at ein so stórur kalvi er sera feitur.
Fríggjadagin var prísurin fyri kalva 1 40 krónur fyri kilo.