Reidar Nónfjall
Tað er at undrast yvir, at tað ikki ger mun, til hvørja politiskt ideologiska síðu hesir útreiðslukrevjandi politikarar hoyra til (fólkaflokkin ella javnaðarflokkin) – og nakað, sum teir hava til felags er td. at føra lokalpolitikk, eru fakliga illa fyri, hava ongar vinnulívsroyndir og nakrir eru 80'arapolitikarar.
Hoyri fólk í Føroyum alment siga, at tað skulu fólk við heilavillu (óð í høvdinum) til at fremja framstig – jú, men máti skal verða við. Hugsi um Tyskland, Frakland og USA, har arbeitt verður við skipaðari gransking, innovatión og á høgum dygdarstigi – ivist stórliga í, um teirra framgongd kemur frá heilavillum fólkum, skilaleysum prosjektum og inkompetentum skipanum. Sjálvandi kunnu vit ikki grundað framburð í samfelagnum og vinnuni á heilavillar politikarar og prosjektir.
Innan íløguvirksemi verður sagt um ileggjarar, at teir kunnu verða risikoaversir, tvs. vilja ikki taka stórar váðar, tá teir plasera kapital, meðan nakrir íleggjarar vilja taka stórt risiko og satsa soleiðis upp á stór avkast ella stór tap. Nakrir serligir íleggjarar eru risikoperversir, tvs. at teir hava so nógvan kapital at ráða yvir, at teir kunnu gera stórar íløgur uttan at møguligt tap hevur nakra ávirkan á teirra fíggjarligu viðurskifti og harafturat er líkamikið við avkasti ella tapi – tað er ein sportur at brúka pening. Perversir merkir her at verða avlagaður ella forkvaklaður við atliti til at forvalta kapital.
Fleiri føroyskir politikarar hava sama atburð sum risikoperversir íleggjarar, við nýtslu av peningi, sum teir enntá onki eiga í, men tvangsinndraga frá borgarunum og kunnu søpla burtur – uttan at skula standa til svars fyri, hvat fæst fyri peningin, hvat peningurin alternativt kundi verði brúktur til o.a. Nakrir løgtingslimir halda uttan iva, at landskassin, sum teir umsita vegna borgaran, hevur so nógvar pengar, at tað er líkamikið, hvat avkastið og úrslitið er fyri samfelagið at brúka almennan pening. Tað hildu eisini politikarar í 1980'unum – úrslitið gjørdist ein búskaparlig katastrofa og fólkafráflyting. Hesir somu løgtingsmenn, sum stýrdu í 1980'unum leggja upp til enn einaferð at føra føroyska samfelagið út í eina kreppu og oyðileggja møguleikarnar fyri framtíðar menning av samfelagnum og vinnuni. Sami atburður vísir seg at verða galdandi í fleiri av komununum.
Í veruleikanum svarar ein vánalig útnyttan av inntøkunum á fíggjarlógini til vánaliga umsiting av náttúrugivna tilfeinginum – her fiskur. Fyri at seta almenna peninganýtslu í perspektiv kann td. nevnast, at ein almenn íløga uppá 700 mió.kr. svarar til eina veiðu og framleiðslu upp á umleið 25.000 tons av fiskakjøti (prísur/kg. 28 kr.), og væl meira, tá allir framleiðslufaktorar eru avløntir. Tað verða so ikki løgtingsmenn, skrivstovufólk o.o., sum koma at veiða og framleiða hetta – tey verða heldur njótarar av slíkum íløgum. Tá td. veiðimenninar í løgtinginum ikki virða hesi samanhang, hví so undrast yvir, at vanligi ungi føroyingurin á landi hevur ein kravmentanilitet, sum er ómettiligur og er líkaglaður, um fiskað verður nakað ella onki – fleiri løgtingslimir ganga á odda at stuðla uppundir ein ósunnan hugsunarhátt, har lítið samband er millum krøv og innsats.
Vanligi borgarin (undantikið serligir samfelagsbólkar) má til eina og hvørja finna seg í at fáa beløning og livistandard eftir innsatsi og framleiðslu og onki annað.
Tað sær eisini út til, at allar rationellar og fíggjarligar mekaniskur verða settar til viks í løgtinginum og roynt verður at manipulera við skipanum, sum undirgrava samfelagsbúskapin og ta menning, sum skal til, fyri, at vit kunnu klára okkum sum siviliserað og demokratiskt samfelag - eisini um 10-20 ár. Dømið upp á manipulatión við almennum skipanum er ætlanin hjá einum tingmanni at skipa undirsjóvartunnilin til Sandoynna sum eitt alment partafelag – eitt partafelag, sum eigur at verða rikið á vinnuligum grundarlag, men verður eitt svart hol í jørðina fíggjarliga og sum landið skal oysa pening í. Hetta svarar til, at onnur almenn partafeløg aftur kunnu setast á fíggjarlógina við stuðulsupphæddum. Sakni løgfrøðisligar metingar um slíkar skipanir og ein beinharðan journalistik í sambandi við politiska arbeiðið bæði hjá landinum og í kommununum.
Stýrisskipanin má endurskoðast skjótast gjørligt og setast mugu í verk skipanir við m.a. almennari hoyring soleiðis, at løgtingslimir kunnu standa til svars fyri teirra avgerðum, eins og øll onnur við leiðsluábyrgd o.a. Harafturat skal tað lógarásetast hámark fyri lántøku til landskassan, hámark fyri halli á fíggjarlógini o.a. Eisini skal verða landsstýrinum álagt at gera avtalur um rakstrar- og íløgukarm við allar kommunurnar á hvørjum ári.