Ritan er eitt fantastiskt skip

- Tað verður trupult at fáa eitt betri skip enn Rituna, men sjálvsagt verður talan um eitt nýggjari skip. Vit eru ikki so stór upp á tað her úti, so vit kunnu saktans hava Rituna nakað enn, sigur borgarstjórin í Fugloyar kommunu

Í Fugloynni hava tey verið sera fegin um Rituna, síðan hon varð sett at røkja siglingina millum Hvannasund, Svínoy, Kirkju og Hattarvík.

Tú skalt leita bæði væl og leingi, áðrenn tú fært nakran í oynni at siga nakað ringt um skipið, tó at Ritan nú er farin um tey hálvthundrað.

Skipasmiðjan Mest hevur fingið til uppgávu at projektera tvey nýggj skip til Strandfaraskip Landsins.

Annað er eitt skip til kalsoyarleiðina og hitt til svínoyar-og fugloyarleiðina.

Ætlanin hjá landsstýrinum er, at skipið til kalsoyarleiðina, sum skal loysa Sam av seinast í 2026, verður hitt fyrra.

Síðan skal nýggja skipið til fugloyarleiðina koma nakað seinni, men tó ikki seinni enn so, at bæði skipini meira ella minni skulu projekterast í senn.

Rita fyri 80 miljónir

Stjórin á Strandfaraskipum Landsins, Niels Juel Arge, hevur sagt, at stovnurin arbeiðir við einum mettum kostnaði fyri bæði skipini.

Hann væntar, at nýggja skipið til kalsoyarleiðina fer at liggja um 120 miljónir og skipið til fugloyarleiðina um einar 80 miljónir krónur.

Men, hetta eru sjálvsagt bara metingar, tí endaligi kostnaðurin kann ikki sigast, fyrr enn projekteringsarbeiðið er komið undir land.

Skipasmiðjan Mest hevur mett, at projekteringsarbeiðið av báðum skipunum fer at taka umleið níggju mánaðir, og soleiðis verður hetta arbeiðið væntandi liðugt einaferð seinni í ár.

Avgjørt er at projektera bæði skipini í senn, soleiðis at skipaslag, tilfar og útgerð fara at líkjast sum mest.

Eitt fantastiskt skip

Amalia í Frammistovu, sum býr á Kirkju, er borgarstjóri í Fugloyar kommunu, og saman við tveimum øðrum kvinnum veitir hon eisini tænastur til ferðavinnuna – serliga í summarhálvuni.

- Eingin fær gjørt nakað við, at veður, vindur og sjóvarfall hátta sær, sum tey gera, og at veturin mangan er harður við fleiri avlýsingum.

Hon vísir á, at soleiðis er tað nú einaferð, tá báðar bygdirnar í oynni, Kirkja og Hattarvík, eru brimpláss á ávísum ættum um veturin.

- Tað fær eingin gjørt nakað við, men eg haldi, at øll her úti eru sera væl nøgd við tað samband, vit hava, bæði sjóvegis og loftvegis við tyrluni, sigur Amalia.

Borgarstjórin veit eisini at siga, at ætlanin hjá landsstýrismanninum í samferðslumálum og strandferðslustjóranum er at koma til Fugloyar at greiða frá um ætlaðu ferjuna.

- Men, hesin kunningarfundur hevur ikki verið enn.

Borgarstjórin heldur, at tað verður trupult at fáa eitt betri skip enn Rituna, men sjálvsagt verður talan um eitt nýggjari skip.

- Vit eru ikki so stór upp á tað her úti, so vit kunnu saktans hava Rituna nakað enn, sigur hon brosandi.

Eitt gott samband

Viðrar um veturin, ger Ritan nakrar túrar um dagin, og haraftrat hava tey í Fugloynni tyrluna tríggjar dagar um vikuna um veturin og fýra dagar um vikuna um summarið.

- Sjálvandi gera líkindini á vetrardegi seg galdandi viðhvørt, bæði sjóvegis-og loftvegis, men tað eru sjáldan nógvar dagar úti í eitt, har vit hvørki hava Rituna ella tyrluna.

Hon sigur, at eru líkindini til atløgu vánalig í fleiri dagar upp í slag, plagar tyrlan at taka postin við út til Fugloyar.

- Tað er fantastiskt eisini at hava tyrluna, og tað tekur bert tíggju minuttir við henni av Kirkju til Klaksvíkar.  

Sum skilst, er tyrlupallurin á Kirkju størri enn pallurin í Hattarvík, og haraftrat er tað meira opið hjá tyrluni at lenda á Kirkju.

- Er tað soleiðis, at tyrlan kanska bara kann lenda á Kirkju onkran túr og ikki í Hattarvík, er tað vanliga eingin trupulleiki, tí so ferðast fólk bara ímillum við bili.

Bíleggingarskipanin

Amalia í Frammistovu vísir á, at bíleggingarskipanin við tyrluni riggar væl, og her kunnu fólk í eitt nú Fugloynni bíleggja sær fleiri túrar fram á netinum, um tey hava hug til tað.

- Vit, sum búgva her, kunnu bíleggja ein heilan mánað fram, og hevur tú bílagt ein túr ov nógv, kann túrurin avbestillast aftur, eitt samdøgur frammanundan ella so, leggur hon aftrat.