Strandferðslan boðar frá, at Ritan fer í dokk frá 13. apríl til 02. mai. Talan er um tað vanliga árliga eftirlitið.
Eftir at Ritan er komin aftur í sigling, verður Ternan tikin úr sigling. Av Strandferðsluni verður sagt, at øll skipini skulu til eftirlit í ár.
Strandferðslan boðar frá, at meðan skipini eru í dokk, røkir Jósup siglingina hjá teimum, fyrst á Svínoyar- og Fugloyarleiðini og síðani á Nólsoyarleiðini.