Ritgerðarkapping á Fróðskaparsetrinum 2003-04

TÍÐINDASKRIV

Í mars mánað 2003 lýsti Fróðskaparsetrið við ritgerðarkapping. Freistin at lata inn tilfar var 15. mars 2004. Fróðskaparsetrið hevur skipað fyri slíkum ritgerðarkappingum regluliga seinastu 30 árini. Seinasta kappingin var um gamlar bøkur, og hana vann Elin Mortensen úr Havn.
Evnið í ritgerðarkappingini hesaferð er:
Tá ið gentur og dreingir gerast vaksin
Sóknast verður eftir lýsingum av skiftissiðum fyrr og nú í sambandi við, at gentur og dreingir verða vaksin. Hvørjar vóru og eru tær týdningarmiklu hendingarnar og broytingarnar, sum vekja ans og viður--kenning? Vit vita, hvussu rørd foreldur vóru fyrr, tá ið dreingirnir veiddu vaðanskalvan. Og hvussu errin tey eru nú t.d., tá ið sonurin skjýtur fyrsta málið. Nær eru foreldur rørd og errin av døtrunum?
Hvørjar hendingar vaktu og vekja ans í uppvøkstrinum hjá gentum og dreingjum? Hvat varð og verður gjørt burtur úr, tá ið gentur og dreingir fara um avgerandi mørk í uppvøkstrinum?
Talan kann vera um siðir í sambandi við skyldur, heimildir, ábyrgd, virðing, sum fylgja við, tá ið børn fara um markið, ið ger tey til vaksin fólk. Skiftið sæst ofta aftur í klædnabúna og øðrum viðvíkjandi útsjónd, hárgreiðslu og atburði yvirhøvur. Eru onnur eyðkenni?
Tey sum lata kappingini tilfar gera sjálvi av hvørjum tíðarskeiði tey arbeiða við. Tað kunnu vera egnar royndir ella ymiskt, sum tey hava hoyrt frá eldri fólkum.
Freistin at lata inn tilfar til kappingina er 15. mars 2004. Fólk eru vælkomin at seta seg í samband við Fróðskaparsetrið um okkurt er at spyrja um, annaðhvørt skrivliga ella við at ringja. Bústaðurin er: Setursskrivstovan, J. C. Svabos gøta 14, tlf. 35 25 00. Eisini ber til at senda teldubræv á [email protected]
Ein dómsnevnd verður sett at meta um innkomna tilfarið og virðislønir verða latnar fyri bestu úrslitini.