Tað er G! saman við Stavanger kommunu, sum í fyrsta umfari hevur tikið stig til at fáa unga, norska høvundan Johan Harstad at koma framvið á festivalinum í ár. Harstad hevur givið fleiri bøkur út, men gjørdist av álvara kendur, tá hann í fjør gav út skaldsøguna Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt mylderet, sum fyri tað mesta fer fram í Føroyum.
Bókmentaliga innslagið á G! verður framt í samstarvi við mentanartíðarritið Outsider Magazin. Í nýggjastu útgávuni av tíðarritinum eru samrøður við bæði Harstad og fleiri aðrar norðurlendskar rithøvundar. Í løtuni verður arbeitt við at fáa fleiri av hesum høvundunum at verða við á G! festivalinum.