Dagunn Jógvansdóttir Clementsen,
biologassistentur, Fiskirannsóknarstovan
?????????????????????????????????
Ert tú skipari, staddur í landi millum túrar, so kennir tú helst longu serliga roykin frá viði, plastikki og metalli, samanvavdan í einum fevnandi saltráka. Hetta er títt arbeiðspláss. Millum blinkandi telduskíggjar, plottarar, ekkolodd og asdikkar er pennurin eitt tað mest nýtta amboðið hjá tær. Í Føroyum er nógv skrivandi fólk, og tú ert ein teirra.
Sum skipari eru tað nógvar reglur tú skalt halda seg til. Tað, at tú dagliga førir skipsdagbók, er ikki ein beinleiðis avleiðing av tínum stóra alski til pennin, men tí at myndugleikarnir krevja tað. Gaman í, tú fært jú nyttu av dagbókini sjálvur, tí einans originalørkini skulu sendast Vaktar- og Bjargingartænastuni, meðan gjøgnumslag ørkini verða verðandi eftir umborð. So seint sum í síðstu viku vóru teir um-borð og kannaðu. Alt var tíbetur í lagi.
Hugurin at skriva er ójavnur. Eftir eina góða setu kennist tað sera lætt at skriva veiðuna upp. Aðrar løtur eru tungar. Tann syrgiliga dagin, tá ein maður fór fyri borð og ikki kom afturí aftur, stóð nógv á at skriva. Men tú ert ikki tann fyrsti, ið hevur upplivað hetta, og tú verður tíverri neyvan heldur tann síðsti.
Tær gomlu dagbøkurnar vóru skjótari at fylla út, men tað var nú ikki so galið at fáa knattstøð-urnar við í hesa nýggju útgávuna. Um man nú kann kalla nakað frá 1994 fyri nýtt. Nei, eftir at hava sett seg inn í so nógva tekniska útgerð og verið á skeiði í bæði einum og øðrum, so hevði tað kanska ikki verið burturvið at fingið eina teldutøka útgávu av dagbókini.
Men verða dagbøkurnar brúktar til nakað?
Tankin hevur streyfað teg meir enn einaferð, tá tú í sjaskveðri hevur gøllhildið tær, meðan tú við aðrari hondini skuldi fylla dagbókina út. Stápulin av dagbókum, ið tú hevur latið inn millum ár og dag, er ikki heilt sørur.
Fyri nøkrum árum síðani vart tú uppringdur á Bankanum. Ein á Fiskirannsóknarstovuni ar-beiddi við júst tínari dagbók og spurdi hvussu nógv kilo tit roknaðu pr. kassa. Tú fekst at vita, at tølini frá dagbókini skuldu nýtast sum "tuningsseria" til árligu stovnsmetingarnar hjá Fiskirannsóknarstovuni. Hatta við "tuningsseriu" ljóðaði kanska nakað háfloygt, men tú plagar jú at sita rættiliga spentur og lurta eftir Útvarpinum, tá stovns-metingarnar verða kunngjørdar, so tú vilt fegin hjálpa. Síðani tann dag hevur tú fingið tær tann vana at viðmerkja kilo pr. kassa fyri hvønn túr í dagbókini.
Seismikkurin oyðileggur fiskiskapin
Tað vart tú næstan vísur í, tá prátið tók seg upp um Føroyar sum oljuland og seismikkskip vórðu at síggja bæði her og der. Ein dagin, tit vóru á Skeivabanka, kom eitt seismikkskip siglandi rættiliga tætt fram við, har tit vóru í ferð við at seta. Tað vóru ikki einans føgur orð, ið vórðu havd á munni hesa løtuna. Menn vóru bangnir um "forvunnin upphædd" mundi blíva ávirkað tann skeiva vegin av hesum. Tú vart ikki sørt argur sjálvur. Hevði sæð onkrar sendingar á National Geographic um seismiska skjóting, og tað var ikki hissini buldur og brak, ið stóðst av hesum. Um fiskurin gjørdist bangin og rýmdi, so hevði onki løgið verið í tí.
Í 1999 vart tú spurdur um ein frá Fiskirannsóknarstovuni kundi koma og seta tær nakrar spurningar. Tað vóru faktisk rættiliga nógvir spurningar. Nakrir snúðu seg um hvussu tú helt, at seismisk skjóting ávirkaði fiski-skapin. Tú komst í tankar um setuna á Skeivabanka og segði frá royndunum tá. Í móti øllum forvantningi hilnaðist setan bara heilt væl. Tit valdu tó at rýma suður á Munkagrunnin, men har var smáligt fiskarí. Og har var ongin seismikkur skotin, legði tú afturat. So at so vítt sum tú hevði erfarið, so kundi tú ikki siga at seismikkur ávirkaði negativt. Hinvegin kundi tú heldur ikki siga at tað mótsatta gjørdi seg galdandi.
Eitt hálvt ár seinni kom reiðarin umborð við eini bók við úrslitum frá hesi kanningini. Bókin hevði heitið "Seismikkur og fiskiskapur. Hvat halda fiskimenn?". Í bókini varð greitt frá tí, sum var komið fram í samrøðunum við skiparar og stýrimenn um seismikk og fiskiskap. Men hetta var líka sum tann subjektivi parturin av bókini. Hin parturin lýsti seismikk og fiskiskap objektivt, og har vóru skipsdagbøkur nýttar sum grundarlag. Her vóru myndir, sum vístu hvar skip høvdu roynt áðrenn, undir og eftir at eitt seismikkskip hevði verið í økinum og skotið seismikk. Av tí at ov lítið samanfall var millum seismikkskip og línuveiðu, hevði ikki verið gjørligt at roknað upp á eina møguliga ávirkan frá seismikkinum á línuveiðuna. Hinvegin bar betur til hjá partrolarum og lemmatrolarum. Veiðan pr. troltíma vísti seg at vera sera ymisk, óansæð um seismikkur varð skotin í nánd ella ikki. Niðurstøðan í bókini var tí, at variatiónirnar í veiðuni vanliga eru so stórar, at ein møgulig ávirkan av seismikki ikki sást aftur í veiðutølunum. Jú, hetta passar væl við tað, sum tú hevur hoyrt aðrar skiparar sagt. Onkur vildi vera við at fiskurin hvarv heilt og kom ikki aftur í vikur eftir at eitt seismikkskip hevði vitjað. Aðrir hildu seg fáa dupult so nógv sum vanligt, so alt í alt hevði seismikkurin nokk ikki so ræðandi ávirkan á fiskin, sum tú annars hevði hildið.
Bókin nevndi eisini nakað um at fiskur vanliga hoyrir nógvan gang, so tá skotini frá seismikkinum ganga av, so legst hetta ljóðið bara afturat teimum mongu óljóðunum frá fyrr av. Jú, hetta ljóðar sannlíkt. Tað er nú heldur ikki altíð so lætt at hoyra telefonina ringja, tá "norðmaðurin" koyrir upp á sítt besta.
Á hvørjum ári verður lýst í Útvarpinum, at Vinnan er væl komin við uppskotum til Fiskivinnuroyndir, sum skulu gerast komandi ár. Tú hevur sjálvur hugsað um nøkur ting, sum áttu at verið kannað nærri, men enn hevur tú líkasum ikki fingið upp í lag at gjørt vart við hesi tingini. Eitt, sum hevur upptikið teg nógv, er hví fiskur bítur so ójavnt á.
Hví bítur ikki altíð á?
Tá tú eftir hondini hevur roynt við línu í nærum ein mansaldur, so hevur tú varnast, at tá tú setir so og so nógvar húkar eitt ár og fært eina ávísa veiðunøgd, so er ikki givið at tú fært eins nógv í kryvjipavnin árið eftir við sama húkatali. Tað er eyðsæð, at støddin á stovninum hevur sín týðandi lut í hesum, men her fyri las tú eina grein, har tað vísir seg, at dagbøkurnar hava verið við til at avdúka ein annan faktor, sum ger munandi um seg innan línuveiðu. Í greinini varð hugtakið "veiðievni" lýst soleiðis: - Vit hugsa okkum tvey ár, eitt vánaligt ár og eitt gott ár, har tað er dupult so nógv til av fiski, sum tað fyrra árið. Veiðievnini hjá einum línubáti eru tey somu bæði árini, um báturin fær t.d. 100 pund upp á stampin tað fyrra árið og 200 pund upp á stampin tað seinna. Um báturin fær 100 pund upp á stampin bæði árini, eru veiðievnini ikki tey somu. Í greinini var ein strikumynd, sum vísti veiðievnini hjá línu út frá skipsdagbókunum, og vøkstur hjá 6 ára gomlum toski. Tað vísti seg, at veiðievnini hjá línu eru best, tá fiskurin veksur seint og vánaligast, tá fiskurin veksur skjótt. Orsøkin varð hildin at vera, at fiskur í størri mun tekur línu, tá lítið er til av náttúrligari føði. Av strikumyndini sást, at veiðievnini hjá línu kundu vera heilar tríggjar ferðir betri summi ár enn onnur. Tað seinastu tíðina hevur fiskaríið verið heilt hampiligt hjá tykkum, so eftir hesum at døma kann talan vera um, at tað er nógv til av fiski, men lítið í part til hvønn av náttúrligari føði, soleiðis at agnið á húkinum gerst meira freistandi.
Ikki so galið at síggja, at dagbøkurnar kundu nýtast til at lýsa eitt so viðkomandi fyribrigdi. Tað var jú júst hetta, ið tú hevði umhugsað at skotið upp til Fiskivinnuroyndir.
Tú kemur í tankar um at tú mást fara á Sýsluskrivstovuna eftir eini nýggjari dagbók í morgin, tí bókin umborð er so gott sum full. Manningin hevur fingið boð um at mynstra klokkan 8 í annaðkvøld. Hann sigur nú onki serligt veður, so møguliga má fráferðin útsetast. Men dagbókina mást tú royna at fáa fatur á í góðari tíð kortini. Uttan hana verður so undir ongum umstøðum loyst!