Fyrsta bókin í røðini úr ritverki Símunar av Skarði er komin út. Hon eitur Streingir, ið tóna og heitið er sum kunnugt lænt úr eini reglu úr tjóðsongi okkara. Símun av Skarði yrkti tjóðsangin í 1906 og síðstu reglurnar í mittasta ørindi ljóða soleiðis: "Alt streingir, ið tóna, sum vága og vóna, at eg verji Føroyar, mítt land."
Í Streingjum, ið tóna eru upprunayrkingar og týðingar Símunar, 99 í tali. Burtur úr rúgvuni kunnu vit nevna "Vár við lýggjum vindi" og "Eg smáttu veit á grønu ong", sum saman við so mongum øðrum yrkingum hansara eru vorðnar fólkaogn. Eisini eru tekstir við, sum ikki hava verið á prenti áður. Yrkingarnar eru prentaðar í teirri tíðarrøð, tær eru yrktar, og í bókini eru tvey yvirlit, annað so til ber at sláa upp heiti og fyrstu reglu, hitt so at lesarin fær yvirlit yvir, nær tær ymsu yrkingarnar eru yrktar.
Tað er abbadóttir Símunar, Turið Sigurðardóttir, ið ritstjórnar hesum verki, sum umframt hetta bindið fevnir um greinasøvn, søvn við søgum og leikum og eitt bind, sum lýsir ævisøgu Símunar og sigur frá, hvar ið bókmentabrotini hava verið prentað á fyrsta sinni, og í hvørjum sambandi tey vórðu til. Í seinasta bindi av ritsavninum verða viðmerkingar til alt savnið. Ritsavnið er ætlað til at geva eina heildarmynd av tí, Símun av Skarði legði úr hondum og samtundis at leggja støði undir eina mynd av manninum sjálvum og tí, hann avrikaði.
Símun av Skarði var sum flestum kunnugt annar teirra, sum í 1899 settu á stovn Føroya Fólkaháskúla. Henda útgávan verður tí eisini at meta sum ein minnisvarði, nú háskúlin komandi ár fyllir hundrað ár.
Í formælinum sigur Turið Sigurðardóttir, at frá tí at skúlin var stovnaður og til sín doyggjandi dag, livdi og andaði Símun av Skarði fyri skúlastarvið. Tað var eisini í anda skúlans, at hann tók lut í tí andliga lívinum og teimum samfelagsligu og politisku spurningunum, ið rørdust í samtíðini.
Ingi Joensen hevur evnað til snotuligu kápuna, Hestprent hevur havt prentumsiting um hendi, og forlagið Fannir hevur út. Bókin, sum er stívliga 170 síður, kostar 180 krónur. Hon fæst bert innbundin.